Føroyskir Liverpoolfjepparar á ferð um mánaðarskiftið

Áhugin fyri Premier League hevur ongantíð verið størri í Føroyum, og nú gera fjepparar klárt at fara til Onglands at hyggja eftir sínum yndisliðum.

 

Liverpool Føroyar skipar fyri ferð um mánaðarskiftið, har tað ber til hjá fólki at síggja Europa League dystin ímóti skotsku Hearts, hóskvøldið 30. august, og Premier League dystin ímóti Arsenal, sunnudagin 2. september. Báðir dystirnir verða á Anfield.

 

Farið verður úr Vágum við Atlantic Airways til London (Gatwick) hósmorgunin 30/8.

Úr Gatwick verður farið við leigaðum bussi beinleiðis til hotellið.

Fyrri dysturin á ferðini verður á Anfield sama kvøld, kl 20:05 í móti skotsku Hearts í Europa League.

Seinni dysturin á ferðini verður á Anfield sunnudagin kl 13:30 ímóti Arsenal í Premier Laegue.

 

Fríggjadagin og leygardagin verður skipað fyri onkrum felags tiltøkum, m.ø. einum rundtúri á Anfield. Onnur skipað tiltøk verða eisini.

 

Seinasta freist at tekna seg á tur@liverpool.fo er nú mánamorgun.