Føroyingar hava nú í mong ár ferðast til USA at halda feriu, at ganga í skúla t.d. sum skiftisnæmingar, at vitja ætt og vinir og at arbeiða. Síðstu tíðina hava fleiri og fleiri føroysk ferðaløg verið í USA og kannað vinnumøguleikar ella fyri at víðka vitan okkara á ymiskum økjum, t.d. innan heilsuøki og teldutøkni.
»Við stovnanini af Vinafelagnum hava vit nú eitt felag fyri øll, sum kann hjálpa okkum øllum við at fáa meiri at vita um USA og eisini við at fáa í lag ymiskt føroyskt-amerikanskt samstarv«, sigur Ólavur Gregersen, nevndarlimur og kassameistari felagsins. Aftaná síðstu ferð mína í USA, við einum bólki av føroyskum vinnulívsfólkum, dugdi eg at síggja, at okkum tørvar eitt slíkt felag, sum kann eggja til og stuðla undir føroyskt samstarv við Amerika. Men tað er so bara eitt av mongu endamálunum við hesum felag«.
Stovnararnir vóna við hesum felagnum at hava skapt eitt gott stað og hóskandi amboð, væl nýtiligt til at menna og stimbra mentanarligt samskifti og samstarv landanna millum, eins væl og at vaksa um møguleikarnar fyri ungar føroyingar at læra um USa og at koma á skúla í USA, ikki minst á teir hægru lærustovnarnar har yviri.
»Mentanarligt samstarv er fyrsta stig á leiðini til varandi samstarv millum ymisk fólkasløg«, sigur Kára Heinesen nevndarlimur og næstformaður í nýstovnaða felagnum. »Eg haldi tað vera sera spennandi at vera við til at fáa fleir amerikanarar at ferðast henda vegin og uppliva okkara mentan og somuleiðis at ferðaløg higani kunnu koma at uppliva tað stórbæra og fjøltáttaða landið, sum USA er ? frá kavaborgunum í Minnisota til indiánara bygdirnar í heita New Mexico«.
»Møguleikarnir eru stórir«, sigur Bjarti Mohr, ein av limum og stuðlum felagsins. »Innan útbúgving eru sera góðir møguleikar har yviri. Men vit eiga harumframt at leggja stóran dent á ymiskt samstarv við feløg og stovnar í USA og at fáa í lag vinarbýarsamstarv. Slíkt samstarv førir við sær stórar møguleikar ikki bert fyri lesandi, men gagnar eisini vinnulívinum við at føra til øktan samhandil ? báðar vegir. Vit hava nógv at bjóða. Okkum tørvar bara at gerast meiri sjónlig í USA. Vit mugu fáa í lag meiri samstarv millum londini, og harvið virka fyri positivum vøkstri«.
Vinafelagið hevur longu verið við til nakað av hesum. Síðst í juni mánaði hjálpti felagið tí Amerikonsku Ambassaduni í Keypmannahavn við at skipa fyri og bjóða inn til eina móttøku, har amerikanska ambassadørurin hevði høvi til at takka føroyska fólkinum landsins myndugleikum fyri sýndan blíðskap móti ambassadørhjúnunum undir vitjan teirra í Føroyum. Uttan iva koma vit til at uppliva fleiri slíkar fundir á høgum stigi í komandi tíðum. Ikki minst tá hugsað verður um, at Føroyar eru við at trína inn á altjóða pallin sum eitt land við møguleikum fyri komandi oljuvinnu.
Nevndarlimirnir í Føroyskt-amerikanska Vinafelag eru: Michael Reveal formaður, Kára Heinesen næstformaður, Max C. Weihe skrivar, Ólavur Gregersen kassameistari og Lynn Reveal nevndarlimur.
Nevndin er nú í ferð við at leggja ætlanir fyri eini røð av tiltøkum komandi mánaðarnar. Øll, sum hava áhuga at arbeiða fyri størri samstarvi millum Føroyar og USA, eru vælkomin sum limir. Næsta tiltak verður ein samkoma á Hotel Eiði, leygardagin 14. oktober kl. 15. Nýggir limir eru vælkomnir við.