Næsta ár er ætlanin st stovna eitt føroyskt barnahús til børn, ið hava verið fyri kynsligum ágangi og øðrum harðskapi.
Í hesum sambandi hevur Annika Olsen, landssstýriskvinna í almannamálum, sett 500.000 krónur av á fíggjarlógini fyri 2013 til endamálið.
- Hugtakið Barnahús verður í hinum norðurlondunum brúkt til at lýsa karmarnar fyri einum tvørfakligum samstarvi við barninum í miðdeplinum, sigur hon.
Hon heldur, at tað er stórur tørvur á einum slíkum húsi.
- Talan er ikki um eitt ávíst hús, men um skipaðar karmar og samstarv, sum eru til reiðar beinanvegin, tá ið eitt barn hevur verið fyri kynsligum ágangi.
- Arbeitt verður fyribyrgjandi við tí endamáli at sleppa undan seinárinum.
Ætlanin við Barnahúsinum er at veita skjóta og góða hjálp útfrá fortreytunum hjá barninum. Øll medisinsk, sálarlig og løgfrøðilig hjálp og viðger verður savnað undir sama taki við støði í tørvinum hjá barninum og familjuni.