2. páskadag verða Christianskirkjan og kirkjan í Gøtu karmur um framførslurnar av nýggja kórverkinum hjá Jóhan Mortensen »Sálmur 33«. Teksturin er allur 33. sálmur hjá Dávidi, sum Jóhan hevur gjørt tónleik til og sett út fyri fýraraddað kór og orkestur.
Frumframførslan var 22. mars í Fríðrikskirkjuni. Kirkjan var stúgvandi full av fólki, og mangar hava áheitanirnar verið um at fáa verkið framført eina ferð afturat. Nakrir klaksvíkingar sungu við í tí stóra kórinum, og teir hava verið altráðir at fáa eina framførslu í lag í teirra heimbýi. Tá tað nú hevur borið til at savna allar teir mongu luttakararnar, varð tað hildið vera skilagott eisini at hava eina framførslu í Eysturoynni henda sama dagin. Hesa ferð verður tað so kirkjan í Gøtu, sum eigur tørn.
Kórverkið »Sálmur 33« verður framført av einum blandaðum kóri upp á einar 65 sangarar. Sangararnir hava funnið saman úr øllum ættum, og sigast má, at teir hava hugnað sær óført bæði til venjingarnar og til frumframførsluna í Fríðrikskirkjuni. Umframt kórið verða eisini fleiri tónleikarar, teir flestu teirra úr Føroya Symfoniorkestri. Ungi sangsolisturin, Eivør Pálsdóttir, verður eisini við hesaferð.
Manskórið á Skálafjørðinum, sum hevur verið við í mongum tiltøkum og annars setti sín hugnaliga dám á framførsluna í Fríðrikskirkjuni, fer at leggja fyri til báðar konsertirnar annan páskadag.
Konsertin í Christianskirkjuni verður kl. 15.30. Í Gøtu kirkju verður byrjað kl. 19.30. Í báðum førum verður dentur lagdur á at byrja stundisliga.