Føroyskt KT út á europeiska marknaðin

Fýra føroyskar fyritøkur er við í fyritøkuni Munk IT, sum nú ætlar sær við KTskipanum út á tann europeiska marknaðin.
Hesar fyritøkurnar eru EikBanki, Tryggingarfelagið Føroyar, Føroya Tele og Formula.fo.

Felags fyri allar íleggjararnar, sum allir eiga part í móðurfelagnum Formula International undir leiðslu av Torkili Holm Petersen, er eitt felags ynski: At skapa ein stóran europeiskan veitara av Microsoft-baseraðum forrætningsskipanum til smærri og miðalstórar fyritøkur.
SMB-partnarastjórin hjá Microsoft, Bo Martinsen verður stjóri í fyritøkuni, meðan forstjórin í Munk IT verður stjóri fyri arbeiðið í Danmark.
- Her í Danmark síggja vit nú skapið av eini nýggjari altjóða fyritøku, við røtum í Norðurlondum. Vit broyta spælireglurnar í bransjuni, tí hinir stóru Microsoft-veitararnir av forrætningsskipanum hava ikki víst SMB-marknaðinum nóg stóran áhuga.
- Hetta broyta vit nú, til gagn fyri kundarnar, Microsoft og menningina á marknaðinum, sigur fyritaksstjórin Bo Martinsen.
Keypsprísurin er ikki kunngjørdur. Eftir ætlan verður handilin góðkendur á aðalfundi í Munk IT, sum verður 23. apríl.
Um einar 14 dagar ella so verður navnið á nýggju fyritøkuni kunngjørt.