Føroyskt mál í vandabólki

Sambært nýggjum korti hjá stovni undir ST, er føroyskt mál í vanda fyri at vera burtur, áðrenn vit skriva 2100. – Føroyskt fer ongan veg, tí øll brúka tað, sigur Jógvan í Lon Jacobsen, málfrøðingur

Sambært einum rímiliga nýggjum heimskortið hjá deildini fyri hótt mál hjá UNESCO, sum er stovnur undir ST, er føroyskt saman við yvir 2000 øðrum málum í vanda fyri at vera útdeytt um 90 ár.


Fyri 10 árum síðan var ein líknandi meting gjørd, og tá var føroyskt í sama bólki sum øll hini Norðurlendsku málini. Tey vóru øll søgd at vera trygg tá.


Hetta merkir altso, at UNESCO metir føroyskt hava verið fyri afturgongd seinastu 10 árini, tí nú er føroyskt farið ein bólk niður, so tað nú er í bólkinum, sum eitur viðbreki. Hetta er bólkurin, sum er best fyri av málunum, sum eru í vanda.


Lítið broytt

Jógvan í Lon Jacobsen, málfrøðingur, undrast, at føroyskt nú skal verða bólkað saman við hóttum málum, tí hann metir ikki nógv vera broytt síðan 1999, tá hin kanningin var gjørd.

– Tað kann vera, at talið av brúkarum av málinum er farið at viga meira í metingini, og so kemur tað afturat, at føroyskt eru lutfalsliga illa fyri, tá tað kemur til ávís øki í samfelagnum.

– Tað er til dømis við nýggjum tekniskum lutum, har føroyskt til dømis ikki kann verða nýtt á forritinum á telduni og heldur ikki á fartelefonini, greiðir Jógvan í Lon Jacobsen frá.


Níggju kriteriu

Í metingini hjá UNESCO eru níggju ymisk kriteriu, sum liggja til grund fyri metingini. Tey leggja millum annað dent á, hvussu nógv eitt mál verður nýtt, hvussu nógvir brúkarar eru av málinum, á hvussu nógvum ymiskum økjum málið verður nýtt og hvørja tign málið hevur av fólkinum, sum nýtir málið.

Av teimum nýggju ymisku kriteriunum er føroyskt, sambært Jógvani í Lon Jacobsen, ikki í besta bólkinum í trimum av teimum.


– Hóast tað ikki hevur so nógv at siga, hvussu nógvir brúkarar eru av einum máli, so sigur tað seg sjálvt, at ein mál við fáum brúkarum er í størri vanda, sigur málfrøðingurin.


Hann leggur afturat, at tað, sum vigar tyngri hjá honum, og sum órógvar hann meira, er at innan náttúruvísund og í tøkniligari menning – tað eru hini bæði økini, har málfrøðingurin heldur føroyskt vera í vandabólki – er føroyskt rættiliga illa fyri, tí til dømis meginparturin av øllum vísindaligum greinum, sum føroyingar hava gjørt, eru á enskum.


Hetta hevur sambært málfrøðinginum við sær, at føroyskt ikki verður ment eins nógv á hesum økjum, sum hevði verið ynskiligt.


Styrkirnar

Hinvegin hevur føroyskt í mun til metingina hjá UNESCO fyrimunir á hinum seks økjunum. Týdningarmest er sambært Jógvani í Lon Jacobsen, at øll ættarliðini og øll fólkini í landinum tosa málið.


– Tað, sum ofta hendir við málum, sum doyggja út, er, at yngri ættarliga ikki læra málið, og tá ganga bara eini 50 til 90 ár til málið er púra burtur, staðfestir málfrøðingurin.


Í metingini verður eisini hugt at, hvussu nógv tilfar er til av málinum, og har metir málfrøðingurin, at nógvu útgávurnar av bókum og øðrum á føroyskum siga sítt um, hvussu væl dokumenterað føroyskt er.


Eitt annað, sum vigar tungt í metingini hjá UNESCO, er, at málið hevur tign millum fólkið, sum brúkar málið.


– Tað er í veruleikanum ótrúligt við føroyskum, at tað er so væl fyri. Danskt var ráðandi í fleiri hundrað ár, men hóast føroyskt lítla tign hevði, og millum annað hevur verið kallað ein »bjergdialekt«, so nýttu føroyingar føroyskt heldur enn danskt, tá teir tosaðu saman, staðfestir Jógvan í Lon Jacobsen, og vísir á, at tað, sum hevur verið trupulleikin hjá nógvum øðrum málum, er at fólkið sjálvt ikki metir tað hava nakra tign.


– Tað er ofta soleiðis, at tvey ella fleiri mál liva saman, og so verður eitt mett at hava størri tign millum fólk, og tí verður tað nýtt í øllum skrivligum samskifti og í almenna rúminum annars. Tí doyggja summi mál, staðfestir Jógvan í Lon Jacobsen.


Ósamd um mál

Hetta við tignini hjá einum máli botnar eisini í, hvussu góð fólk eru við eitt mál, og aftur har er Jógvan í Lon Jacobsen sannførdur um, at føroyskt er heilt væl fyri.


– Tað er ongin, sum nakrantíð sigur, at vit ikki skulu brúka føroyskt. Føroyingar eru hinvegin ósamdir um føroyskt mál, og tað sigur eisini okkurt um, hvussu góð fólk eru við málið, sigur málfrøðingurin.




Tá tað kemur til stykkis er Jógvan í Lon Jacobsen sannførdur um, at føroyskt fer at liva í nógv ár afturat.


– Men sjálvandi. Málrøkt kemur ongantíð á mál, og hon má eisini halda fram, men støðan, sum føroyskt hevur í dag órógvar meg als ikki, staðfestir málfrøðingurin.


Hinvegin sigur UNESCO á heimasíðuni, at yvir av teimum 6.700 málunum, sum eru í heiminum í dag, verður bara helvtin til um 90 ár.


Taka vit helvtina av málunum, so eru tey um 3.350. Nýta vit kortið hjá UNESCO og telja mál, sum verða nýtt av færri enn 60.000, sum er metta talið av fólki, sum tosar føroyskt, so er talan um umleið 2000 mál.


Tað vil við øðrum orðum siga, at skulu vit taka dapurskygdu hugsanina hjá UNESCO fyri fult, so er føroyskt framvegis í vandabólki.