Føroyskt metal í Danmark í kvøld

Í kvøld fer SIC á pall í Keypmannahavn. Teir spæla á The Rock saman við trimum øðrum bólkum Føroyski metal- og thrash-bólkurin SIC er á konsertferð í Europa, og í kvøld framføra teir á stóra spælistaðnum The Rock í Keypmannahavn.

Tilsamans fýra bólkar spæla, og hesir eru Hatesphere, Artas, The Dying og so føroysku SIC.

Hatesphere, sum er høvusnavnið, ognaðu sær heiðurin sum besta live-band á Danish Metal í 2003 og 2004. Eisini vunnu teir ársins fløgu og bestu framleiðslu á Danish Metal Awards.

 

Teir fimm, ið manna SIC, eru Mikkjal Gaard Hansen, ið er forsangari, Eddie Jacobsen og Frans Galán á gittar, Gudmar Hansen á bassi og Magnus Hansen á trummun.

 

Konsertin á The Rock í kvøld byrjar klokkan 22.00 og dyrnar lata upp ein tíma áðrenn.