Tað var ein ordiligur bummtúrur, tá ið Føroyar í kvøld spældu landsdyst suðuri á Malta. Føroyska liðið leið stutt sagt skipbrot og tapti 2-1.
Eftir lítið hugaligu Nation League kappingina í fjør var møguleikin roknaður at vera lagaligur, tá ið tað í nýggju EM undankappingini varð lagt fyri á útivølli ímóti Malta, sum er styrkismett væl lægri enn Føroyar eru.
Tað gekk ikki soleiðis, sum føroyingar høvdu vónað og kanska roknað við. Malta vann 2-1, og serliga var tað mátin, sum Føroyar taptu uppá, ið av álvara kastar myrk skýggj yvir føroyskan landsliðsfótbólt.
Jákup Thomsen stútaði bóltin í málið, tá ið tíðin var um at vera farin. So var tíðin farin, og dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.
Annars var tað svart í svart fyri føroyska liðið.
Eftir ógvuliga lítið sannførandi føroyskt avrik í fyrra hálvleiki, sum endaði 1-0 til Malta, so sá tað út sum um, at Føroyar fóru at fáa um endan, tá ið íslendski dómarin bríkslaði fyri brotssparki til Føroyar og vísti einum av verjuspælarunum hjá heimaliðnum av vølli, tí hann hevði vart við hondini, tá ið bólturin var á veg í málið.
Brotssparkið hjá Brandi Hendriksson Olsen var ikki gott. Málverjin bjargaði, og hóast maltesararnir vóru tíggju ímóti ellivu, so megnaðu teir at vinna sær brotsspark, sum teir umsettu til mál og harvið 2-0 leiðslu.
Føroyingarnir megnaðu ikki av álvara at leggja heimaliðið undir trýst, og møguleikarnir vóru ikki serliga stórir.
Tá ið íslendski dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð stórfegnaðust heimamenninir um sigurin, meðan føroyingarnir staðfestu og ásannaðu, at hetta var ikki okkara dagur. Persónligu avrikini og liðavrikið vóru ikki av tí slagnum, sum tey hava verið, tá ið liðið hjá Lars Olsen var upp á tað besta.
---
LIÐUGT
2-1
98) 2-1
GULT KORT: Gilli Rólantsson
Nú er eitt øgiligt komers, tá ið føroyingar royna at fáa bóltin fram á miðjuna, so teir kunnu hava møguleika at javna.
97) 2-1
2-1: Jákup Thomsen
So eydnaðist tað Føroyum at minka um munin. Jákup Thomsen stútaði bóltin í málið eftir innlegg úr høgru frá Gilla Sørensen.
2-0
90) 2-0
Sjey minuttir lagdir aftrat.
86) 2-0
GULT KORT: Kaj Leo í Bartalsstovu.
83) 2-0
Eftir innlegg úr høgru roynir Viljormur Davidsen seg úr stuttari fjarstøðu og góðari støðu, men málverjin bjargar meistarliga væl.
79) 2-0
Árni Frederiksberg avloysir Rógva Baldvinsson.
Maltesiski málverjin fær viðgerð. Hann varð skaddur, meðan undirmannaðu heimamenninir fegnaðust um 2-0 máli.
77) 2-0
2-0: S. Borg br
Maltesiski skjúttin er púra kaldur, tá ið hann sendir Gunnar Nielsen til høgru og leggur bóltin í mótsattu síðu av málinum.
76) 1-0
Atli Gregersen er ov seinur at takla, og dómarin bríkslar fyri brotssparki.
72) 1-0
Klæmint A. Olsen avloysir René S. Joensen.
67) 1-0
Kaj Leo í Bartalsstovu avloysir Sølva Vatnhamar.
63) 1-0
Brandur Hendriksson roynir við brotssparki, men málverjin bjargar. Brandur sendir bóltin til vinstru fyri seg sjálvan, men bólturin er ikki uttarlaga, og hæddin er soleiðis, at tað er lætt hjá málverjanum at bjarga.
62) 1-0
Føroyar vinna brotsspark, tá ið heimamenninir bjarga við hondini.
REYTT KORT: Agius sum vardi fyri við hondini.
59) 1-0
Jákup Thomsen er um reppið at koma ímillum, tá ið heimaverjan leggur aftur til málverjan, sum akkurát megnar at sparka burtur.
57) 1-0
Eftir horna í vinstru er Sølvi Vatnhamar í góðari støðu í brotsteiginum, tá ið hann roynir at flukta, men bólturin fer væl omanfyri málið.
54) 1-0
Heimamenninir eru í øðini, tí teir halda, at føroyska verjan brúkar neyðbremsuna. Íslendski dómarin letst ikki um vón, og tað letur ikki í honum.
53) 1-0
Føroyar vinna horna í høgru. Brandur Hendriksson leggur innfyri, men málverjin tekur bóltin. Nú hava liðini vunnið trý horna í part.
Ferðin í føroyska spælinum hevur fyrstu løtuna eftir steðgin verið hægri, enn hon var í fyrra hálvleiki.
46) 1-0
Ongar skiftingar. Malta gevur bóltin upp.
HÁLVLEIKUR
1-0
Malta er á odda, og Malta hevur mesta partin av tíðini verið leikliga betri. Hjá føroyska liðnum kann tað bara verða betri í seinna hálvleiki, enn tað var í fyrra hálvleiki.
Føroysku leikararnir og liðið sum heild hava verið lítið sannførandi. Í verjuspælinum hevur tað ikki hingið saman millum keturnar, heimamenninir hava verið meiri avgjørdir í nærdystunum, og í framrættaða partinum hevur tað verið fátæksligt.
45) 1-0
Ein minuttir lagdur aftrat.
44) 1-0
René S. Joensen vinnur horna í vinstru, men tá ið lagt verður innfyri, spyrst ikki annað burturúr enn fríspark til Malta.
40) 1-0
Jákup Thomsen vinnur horna í vinstru, men tað spyrst einki burturúr.
36) 1-0
GULT KORT: Kirian Nwoko fyri ógvusligt fríspark ímóti Odmari Færø.
33) 1-0
GULT KORT: René S. Joensen fyri ógvusliga takling á maltesisku hálvuni.
30) 1-0
Nú gongur tað meiri fyri seg á heimahálvuni. Ofta er uppspælið í vinstru, men nú var tað í høgru, har tað var um reppið, at Jákup Thomsen varð leysur innanfyri verjuna.
26) 1-0
Endiliga glógvaði tað í. Viljormur Davidsen, René S. Joensen og Jákup Thomsen eiga gott uppspæl í vinstru, innleggið er flatt, og støðan í brotsteiginum er spent, men tað spyrst einki burturúr.
20) 1-0
Hetta sær ikki so gott út. Føroyar hava síðani málið ikki verið í brotsteiginum hjá heimaliðnum. Malta spælir beinleiðis.
13) 1-0
1-0: Kirian Nwoko
Bólturin verður spældur út í vinstru, og eftir innlegg er Nwoko leysur mitt fyri málinum, tá ið hann setir bóltin í málið. Hetta var fyrsta málið hjá Nwoko á landsliðnum.
Síðstu løtuna hevur heimaliðið verið leikliga omaná.
00
Fyri føroyska liðið er tað dyggur smeitur, at Jóan Símun Edmundsson ikki er førur fyri at spæla. Jákup Thomsen er fremsti maður.
00
Líkindini at spæla fótbólt eru góð á Malta.
Malta - Føroyar kl. 17.00
Føroyar: Gunnar Nielsen - Gilli Rólantsson, Atli Gregersen, Odmar Færø, Viljormur Davidsen - Rógvi Baldvinsson, Brandur Hendriksson - Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, René S. Joensen - Jákup Thomsen