Føroyskt veður á Malta

Upptakt: Regn og vindur setti sín dám á venjingina á Malta í dag

Føroyka landsliðið hevur fyrrapartin í dag havt sína triðju venjing á Malta. Eins og í gjár er talan um vind og regn, meðan liðið næstan gevur seg sjálvt til dystin, sum verður leygardagin.

 

Tvær tær fyrstu venjingarnar vóru á Hibernians leikvøllinum, meðan venjingin í dag var á venjingarvøllinum uttanfyri Ta' Qali leikvøllin, har landsdysturin verður spældur. Tað er lítið EM 2020 yvir leikvøllinum, men spælararnir tóktust hugagóðir, hóast tað var regn og vindur.

 

Tað tykist lítið ivi verða um, at landsliðið er sett til dystin móti Malta leygardagin. Gunnar Nielsen verður málverji, meðan Odmar Færø kemur í miðverjuna saman við liðskiparanum, Atla Gregersen. Gilli Rólantsson og Viljormur Davidsen verða á bakkunum.

 

Á miðjuni eru allar ábendingar um, at Rógvi Baldvinsson kemur á verjukenda miðvøllin, meðan Brandur Hendriksson skal skipa spælið. Fremstur av teimum trimum verður Hallur Hansson, meðan Sølvi Vatnhamar og René Shaki Joensen verða á vengrunum. Í álopinum verður Jóan Símun Edmundsson.

 

Óhepnasti maður til venjing í dag mundi verða Jákup L. Thomsen. Ungi framherjin fekk ein bólt so beint í andlitið, tá spælt bleiv upp á tvey mál móti endanum. Læknin hugdi upp á nøsini hjá honum, men tað sær ikki út til, at hann hevur fingið varandi mein av hendingini.

 

Nú er bara ein venjing eftir. Hon verður á sjálvum Ta' Qali leikvøllinum í morgin klokkan 17. Tá verður eisini tíðindafundur.