Føroyskt íverksetaratiltak í Keypmannahavn

Íverksetarar og fyritøkur luttaka á íverksetaratiltakinum á Norðuratlantsbryggjuni í morgin

Í morgin verður eitt tiltak á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn um íverksetan. Poul Michelsen, Uttanríkis- og vinnumálaráðharri, setur tiltakið, og so verða framløgur á skránni frá Dann Thorleifsson frá Censure Design og unga íverksetaranum Casper Blom, ið hevur havt stóra succes við at selja brúktar golfbóltar á BilligeGolfbolde.dk.

 

Haraftrat luttaka fleiri føroyskir íverksetarar, fyritøkur og serkøn, sum høvi verður at fáa prát við.

 

Hesi eru:

Drink Saver, Faer Isles Whisky, FarPay, Finsdóttir, 1handplate, Kirvi, Matkovin, Ragnhild Hjalmasrdóttir Hammer, A4/Tín Stálveitari, Alarm.fo, Gómagott, SafeFriend, Silvursnið, TechCare, Tosa, Útilív, Furniturista.dk, Neysting, Hugskotið, Íverksetarahúsið, Vinnuframi, Framtak, Betri og Fróskaparsetrið.

 

Tiltakið byrjar klokkan 15:30 og endar klokkan 20 í annaðkvøld.

 


Fleiri av teimum luttakandi íverksetunum sita dagliga á menningardeplinum á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn. Í tøttum samstarvi við føroyskar vinnuframaskipanir bjóðar Sendistovan skrivstovu- og fundarhøli, umframt ókeypis ráðgeving til føroyskar íverksetarar. Møguleiki er hjá íverksetarafyritøkum at leiga arbeiðspláss og atgongd til fundar- og mótttøkuhøli á einari av bestu adressum í Keypmannahavn fyri lagaligar treytir.