Føroysku bløðini á gongdari leið - men tey svíkja eisini

Tað eru tvey dagbløð í Føroyum, sum kappast - og tey eru Sosialurin og Dimmalætting. Yvirhøvur er tað ein kapping um lesarar - ella rættari sagt blaðkeyparar - og hetta gongur ofta út yvir tað sakliga

Tað eru tvey dagbløð í Føroyum, sum kappast - og tey eru Sosialurin og Dimmalætting. Yvirhøvur er tað ein kapping um lesarar - ella rættari sagt blaðkeyparar - og hetta gongur ofta út yvir tað sakliga. Í royndini at selja bløð kemur gribbahugurin til tíðir fram og fýrir ikki fyri at brúka tann sakleysa, sum heldur ikki altíð hevur møgukeika at verja seg. Tað var tað verra.

Hinvegin er gott at síggja, at vit ikki longur hava teir einvísu pennarnar - teir bandupptakararnar, sum skriva av og annars sleppa við, tá flokkurin hevur ársveitslu.

Hetta gevur betur journalistikk. Tað er gott, at bæði bløðini síðstu árini hava lagt á annan bógv og kunnu sigast at vera tíðindabløð, sum eru lið millum tann meinuga mannin og teir ymsu mynduleikarnar.

Eg havi sjálvur fingið politisk sjónarmið í bløðini, sum fyrr høvdu endað á Sandvíkarhjalla.


Tað betra

Fyri mongum árum síðani hoyrdi eg persón siga: »Eg havi sagt Dimmu frá mær, tí eg tími altso ikki at síggja myndina av Paula Ellefsen á forsíðuni hvørja ferð«. Hetta hevði onki við áðurnevnda politikara at gera, men heldur er tað ein góð lýsing av kjakinum, sum fór fram í bløðunum fyri einum 15 árum síðani; einvíst og keðiligt. Men her er tíbetur vend komin í.

Av teimum gomlu bløðunum, er tað bert Dimmalætting, sum ongan stuðul hevur fingið til raksturin. Blaðið hevði eina serstøðu sum lýsingarblað hjá fólki, sum eisini keyptu tað. Í dag er tað ikki ein sjálvfylgja, at eg ella tú halda Dimmu. Og blaðið má kýta seg meira. Eisini tað hevur betrað um útgávurnar.

Sosialurin fær stuðul frá Javnaðarflokkinum, sum blaðið sigur seg nýta til prentsmiðjuna. Hóast tað kann vera óheppið, at ein politiskur flokkur letur stuðul, so vil eg rósa teimum á Argjavegi fyri, at tey seta journalistikkin í hásæti og ikki bert virka sum talurør hjá sosialistunum á tingi.

Tað eru menn og kvinnur, sum halda, at vit eiga at stovna bløð við meira tjóðskaparligum innihaldi. Tað kunnu vit gott gera, men vit kunnu ikki skriva eina einstáttaða tjóðskapartrumlu, tí tí er tíðin farin frá. Vit mugu gera tíðindabløð, sum upplýsa og bera tíðindi og undirhalda.

Í Noregi hava tey A-pressuna. Tað er stóra fjølmiðlaapparatið hjá norska Javnaðarflokkinum. Men tað størsta blaðið, Arbeiderbladet, er ikki millum mest lisnu norsku bløðini - hóast Javnaðarflokkurin hevur stóra undirtøku. Eg minnist, at Gro Harlem Brundtland keypti pláss í konservativa Aftenposten, tá hon vildi bera boðskap sín fram í samband við Stórtingsval.


Tað verra

Tabloidbløðini komu sum eitt meira populistiskt slag av pressu - sum ein mótvekt til keðiligu konservativu pressuna. Men tey fóru ov langt og tíverri tóku eisini bløð í Norðurlondum undir við hesum journalistikksniði, sum fyrst og fremst snýr seg um at keypa lesaran, líkamikið hvussu. Og tú ert vælkomin at bera rangan vitnisburð.

Vit kunnu ikki siga, at Dimmalætting og Sosialurin er tey bløð í Føroyum, sum hava lagt seg mest eftir sensasjónum - sum annars er høvuðs tíðinda-kriteriið hjá tabloidpressuni. Men tey prioretera hetta kriterii ov høgt til tíðir, tí tey kappast. Og tey skulu jú selja tað, tey skriva.

Herfyri viðmerkti eg eini grein í Dimmalætting og segði spontant, at hon minnir um Ekstra Blaðið. Hetta var harðliga afturvíst í DL, men latum okkum hyggja nærri at greinini og blaðnum tann dagin í viku 33.

Í blaðhandlunum/kioskunum stór stór plakat frá blaðnum, sum segði, at Jóannes Eidesgaard fær 90.000 krónur fyri at búgva hjá mammu síni. Í blaðnum stóð sama yvirskrift. Tað vóru altso Jóannes Eidesgaard og gomlu mammu hansara, sum Dimmlætting satsaði uppá tann dagin. Tað kann ikki burturforklárast, tí plakatin ?Matlepin? tænir bert endamálinum at selja. Og tað kann ikki vera rætt, at nýta eina sakleysa kvinnu, sum ikki er spurd, at selja eina blaðútgávu.

Tíðindini vóru annars góð og rætt var at skriva um málið, men í hesum føri er tað, hvussu ein ger tað. Ekstra Blaðið hevði gjørt tað sama. Tað blaðið ber eisini sonn tíðindi.


Trúgva tí ikki

Kanningar aðrastaðni vísa, at álitið á skrivaðu pressuna er lítið. Hetta kemst m.a. av teimum fyribrygdum, sum eg her havi skrivað um. Eg veit ikki hvussu tað er við tí í Føroyum, men latum okkum verja henda ógviliga týðandi part av føroyska demokratinum.

Eg fari at heita á bløðini um at hava góð politiskt og samfelagsligt vitandi blaðfólk í hópinum. Hesi skapa eina góðan mótpól til lætta tilfarið, sum er neyðugt í dag. Pengar skulu til.


Jákup Magnussen

Fugloyarvegur 13B, Thvn