Dagfinn Olsen, Scillyoyggjarnar
Um vikuskiftið hava føroyskar bátsmanningar luttikið í heimsmeistaraskapinum í kappróðri í gig á Scillyoyggjunum. Hetta er 3. ferðin, at føroyingar eru við og gjørdust úrslitini góð.
Tað eru vinnarar í 10 mannaførunum, ið umboða Føroyar. Í ár hava menninir á Eysturoyingi luttikið og kvinnurnar á Jarnbardi. Tað er fyrstað árið, at føroyskar kvinnur luttaka.
Føroysku kvinnurnar megnaðu at vinna seg inn á eitt samanlagt 5. pláss og kunnu sostatt rópa seg tær 5. bestu í heiminum.
Hjá monnum varð talan um eitt samanlagt 16. pláss og tað er eingin loyna, at heilt nøgdir eru menninir ikki við hetta.
Mergjaðar kvinnur
Serliga vóru tað kvinnurnar á Jarnbardi, ið hava staðið fyri teim góðu úrslitunum.
Kappingin byrjar við, at allir bátarnir rógva. Í ár luttóku 68 bátar, ella fyri at nýta enska orðið, so er talan um eina gig, sum róð verður í.
Í hesum fyrsta umfarinum gekk væl hjá kvinnunum og tær løgdu seg aftanfyri heimsmeistararnar frá í fjør úr Hollandi. Lagnan vildi tó, at tá tær nærkaðust landi, stýrdu hesar báðar giggirnar innanskers. Tað vísti seg seinni, at hetta var ikki eftir reglunum og tískil endaðu kvinnurnar eftir koldøming í bólki B, hóast tær komu á mál sum nummar tvey.
Í næsta umfarinum komu tær á mál sum nummar 3 og komu sær upp í A-bólkin. Í 3. umfarinum komu tær á mál sum nummar 5 og í finaluni gjørdust tær eisini nummar 5.
Samanlagt endaðu føroysku kvinnurnar á einum 5. plássi og má hetta sigast at vera óført. Tað er einki at taka seg aftur í, at tað vóru føroysku kvinnurnar, ið fólk høvdu á munni á Scillyoyggjunum um vikuskiftið, eftir at tær í fagrasta veðri umboðaðu Føroyar í heimsmeistarakapingini í kappróðuri í gig fyri fyrstu ferð og stóðu fyri frálíkum úrsliti.
Ikki nøgdir
Manningin á Eysturoyingi mannaði føroysku giggina, Sowenna, í mannfólkaróðrinum. Tað gjørdu teir eisini í fjør, og fingu eitt samanlagt 8. pláss.
Í ár gekk ikki eins væl og tað varð eitt samanlagt 16. pláss til føroysku rógvararnar.
Í fyrsta umfarinum við øllum 68 luttakarunum gjørdust føroysku menninir nummar 16 og endaðu í B-bólkinum.
Í næsta umfarinum koma teir á mál sum nummar 3 og komu sostatt upp í A-bólkin.
Men í 3. umfarinum komu teir á mál sum nummar 11 og máttu niðuraftur í B-bólkin, tí bert 10 teir fyrstu halda seg í bólkinum.
Ludvík Justinusen, bátsformaður, dylir ikki, at manningin er ikki nøgd við úrslitið. Hann leggur tó dent á, at teir í 3. umfarinum róðu taktiskt. Teir hildu seg liggja sum nummar 9. Teir góðtóku heldur ikki dómin og nakað av stákan stóst av hesum, men eftir at hava sæð filmin, vendist ikki aftur og talan var um eitt 11. pláss.
Í finaluni í B-bólkinum kom føroyska manningin á mál sum nummar 4 og samanlagt gjørdist tað til eitt 16. pláss til manningina á Eysturoyingi í heimsmeistarakappingini í kappróðuri í gig á Scillyoygjunum.
Føroyingar í gig
Føroyingar luttóku á fyrsta sinni í hesum slag av kappróðuri fyri trimum árum síðani. Tá mannaðu vestmenningar bátin. Í fjør vóru tað eins og í ár Eysturoyingar og so eru kvinnurnar eisini komnar við í ár.
Tað var Richard Hardman frá Amerada Hess, ið fekk hugskotið at fáa føroyingar við. Hann er síðani á ungum árum komin nógv út á Scillyoyggjarnar, og tá hann so sá kapróður á ólavsøku, fekk hann hugskotið og fór til verka. Føroyingar fingu síðani Brendan at venja í. Í dag er tað The Faroese Partnership, ið er høvuðsstuðul hjá føroysku rógvarunum.
Í byrjanini var ikki lætt hjá føroyingum, tí talan er um annan róður og annan bát, enn føroyingar eru vanir við. Fyrsta umfarið er ein teinur uppá 3200 metrar og hini eru 2200 metrar.
Báturin er ein sonevnd gig og ein situr ikki í somu síðu, sum árin er. Heldur ikki togar ein árina inn at búkinum, men hon skal líkasum framvið rógvaranum. Eisini takið í árini er øðrvísi.
Scillyoyggjarnar liggja við suðurendan á Onglandi - Landsend - og talan er um ítróttargrein, ið er komin í, tí menn av Scillyoyggjunum fyrr plagdu at kappast um at verða fyrstir út til tey stóru skipini, sum komu hesa leið. Menn av Scillyoyggjunum kundu vinna fitt av peningi við at verða losar hjá skipunum.
Hetta var helst eisini neyðugt, tí talan er um nógvar oyggjar og sker, so ikki er lætt at finna veg, er ein ikki staðkendur. Søgan sigur frá nógvum bjargingum og nógv eru vrakini runt um oyggjarnar.
Fólkið á vøkru oyggjunum livir einamest av ferðavinnu og talan er um reint og partvís órørt umhvørvi. Umleið 1700 fólk búgva á oyggjunum.
Men um vikuskiftið vóru tað føroysku kvinnurnar, sum fólk hevði á munni, eftir at tær eftir sína fyrstu luttøku, kunnu vera ernar av at eiga heiðurin sum tær 5 bestu í heiminum innan kappróður í gig.