Føroysku merkini á toppinum

Á stórari frímerkjamessu í kinverska høvuðsstaðnum, Beijing, fingu føroysku frímerkjarøðirnar tvær virðislønir

Frímerki

Danski konsulin í Kina, Henrik H. Sørensen, hevur sent frímerkjadeildini bræv, har hann við stórum orðum sigur frá góðu móttøkuni, sum føroysku frímerkini fingu á árligu atkvøðugreiðslunum fyri útlendsk frímerki.
Frímerkjarøðin, sum lýsir yrkingarnar hjá Janus Djurhuus, varð kosin at vera besta útlendska útgávan í atkvøðugreiðsluni. Tað er Anker Eli Petersen, sum hevur teknað merkini í røðini, og tí er virðislønin somuleiðis eitt stórt heraklapp til hansara.
Hartil fingu føroysku frímerkini eisini virðisløn fyri besta prenið.
Hetta er fjórða ferðin, at kinverjar skipað fyri slíkari frímerkjakapping, og er tað aðru ferð, at føroysku frímerkini vinna heiðursprógv.