Sera stóra undirtøku millum manna
Ikki skilji eg rættiliga, hví hetta blað heldur undirtøkuna fyri føroysku talheitunum vera avmarkaða. Sjálvur helt eg, at vit bert vóru nøkur fá tandur, ið vildu hava talbroytingina framda, helst minni enn 10%. Rættiliga ovfarin gjørdist eg av tí stóru undirtøkuni á telduportalinum. Tá 2500-3000 høvdu atkvøtt, vóru ikki færri enn 41% fyri føroysku talheitunum og 53% ímóti, 6% vóru í iva. Tá nøkur túsund afturat høvdu atkvøtt, fór undirtøkan eitt sindur niður um tey 40%, men slík undirtøka bendir á, at talan er um sanna fólkafylking, ið vil hava tey føroysku tølini aftur. (Jú, eg veit væl, at slík telduatkvøðugreiðsla ikki er so eftirfarandi, men kanska er hetta kortini ein lítil ábending). At fleiri eru ímóti, er sjálvsagt, tí vani og afturhald liggur jú so djúpt í okkum, og nógv hava helst uppfatað spurningin soleiðis, at vit øll knappliga skulu noyðast at brúka føroysku tølini. Sjálvandi er tað ikki ætlanin.
Hvør verður so mannagongdin?
Ætlanin er at hava ein fund, har talfólk, málfólk, fjølmiðlafólk og onnur áhugað kunnu práta um fyrimunir og vansar við talbroytingini. Fólk kunnu sjálvandi brúka donsku tølini, sum tey eru von við, men hinvegin skulu vit eisini geva fólki møguleikan at brúka føroysku tølini.
Nøkur fjølmiðlafólk, og onnur við, eru longu farin at brúka føroysku tølini, og tøkk skulu tey hava fyri tað, men fyri at fáa gongd á eina skiftistíð, er tó eisini neyðugt at taka onkra ítøkiliga avgerð. T.d. hevði tað gjørt stóran mun, um vit kundu fingið Gekkin í SvF og V4 í ÚF at brúkt føroysku tølini. Fyrstu mánaðirnar kundu bæði føroysku og donsku tølini verðið brúkt.
Føroyskur skúli
? føroysk tøl
Annað stig kundi verið at fingið skúlarnar at lært børnini føroysku tølini, tá børnini koma í skúla. Nú skúlin er vorðin føroyskur, hevði talbroytingin verið ein tignarlig gáva frá føroyska skúlanum til føroysku tjóðina og føroyska málið.
Føroyska talskipanin einfaldari!
Endamálið við hesum átaki er sjálvandi at fáa eina greiðari, smidligari og einfaldari talskipan, enn ta stirvnu, rangvørgu talskipan, vit hava í dag. Ikki er neyðugt at vera skúlafólk fyri at skilja, at tað verður lættari hjá skúlabørnum at kunna siga og skriva sjeytifimm (75) ? fyrst 7-talið, síðani 5-talið, enn tað margháttliga fimm og hálvfjerðs, har vit fyrst siga 5-talið (tað seinna talið!)
Tjóðarmál
Føroyskt verður skjótt viðurkent sum tjóðarmál. Tá fer tað ikki at søma seg at brúka donsku tølini, sum upprunaliga vórðu kroyst inn á okkum í 19. øld. Tað er heldur ikki nóg gott at hálvføroyska tølini: tretivu til tríti, hálvfjerðs til hálvfjórðs (31/2), hálvfemst til hálvfims (41/2).
Neyvan fæst betri høvi at fara aftur til føroysku tølini enn hendan tíðin, nú vit júst eru farin inn í nýggja øld og nýtt ártúsund.