Føroyskum politikarum tørvar disciplin

- Stríð er ein náttúrligur partur í einum og hvørjum politiskum spæli, men føroysku flokkarnir hava ov lítla disciplin. Samstundis eiga fjølmiðlarnir ikki at gloyma etisku ábyrgdina í valdsspælinum, sigur stjórnmálafrøðingurin Bogi Eliasen. Hann metir, at núverandi stríð í Tjóðveldisflokkinum hevur fingið ov stórt uppmerksemi

Persónsstríð, hvassur orðadráttur, skuldsetingar og afturvísingar. Men mest av øllum gitingar.
Seinastu tíðina hevur føroyskur politikkur verið eyðkendur av kreppum í heilum flokkum og opnum stríði millum einstaklingar. Tað er eftirhondini stutt millum politisku bumburnar, sum fjølmiðlarnir andbráir kunnu gera sær dælt av.
Fyri stuttum kom Sambandsflokkurin fyri aðru ferð í ár í brennidepilin, og við núverandi persónsstríði í Tjóðveldisflokkinum er undirhaldið nátt hæddini. Mált í undirhaldsvirði kundi føroyskur politikkur í 2004 fingið fimm av fimm hattum.
Men sigur umstrídda gongdin nakað um føroyskan politikk í síni heild? Eiga hesir tendensir at læra okkum nakað? Og skulu stóru ósemjurnar góðtakast sum óumgangiligar og náttúrligar, ella eiga vit at fyribyrgja og broyta okkara politisku mentan?

Etiska ábyrgdin
Bogi Eliasen, stjórnmálafrøðingur, vísir á, at í einum og hvørjum politiskum spæli er stríð ein náttúrligur partur. Politikkur snýr seg um vald, og vilt tú vinna vald, mást tú stríðast fyri tí. Tað er ikki bert í Føroyum, at ósemjur gerast til opin stríð í politiska lívinum, men á ein ella annan saknar føroyski stjórnmálafrøðingurin disciplin og eftirlýsir meiri skil í føroyskum politikki.
- Føroyskir politikarar eru skjótir at fara til fjølmiðlarnar og duga ov illa at loysa trupulleikarnar innanhýsis samanborið við onnur lond. Tað eigur at skula meiri til, áðrenn stríðsmálini gerast so opin, sum tey seinastu tíðina hava gjørt, metir Bogi Eliasen.
Hann sigur, at stríðið millum Torbjørn Jacobsen og leiðsluna í Tjóðveldisflokkinum er eitt gott dømi um, at eitt mál gerst størri og álvarsamari enn neyðugt, men samstundis heldur stjórnmálafrøðingurin, at trupulleikarnir, sum áhaldandi hava myndað føroyskan politikk seinastu tíðina, eisini eru avleiðingar av teimum fortreytum, vit føroyingar liva undir.
- Føroyar eru eitt lítið samfelag, og tað er tí sera lætt at sleppa framat í fjølmiðlunum. Hetta gevur bæði politikarum og fjølmiðlum eina ovurstóra ábyrgd. Samstundis sum fría atgongdin til fjølmiðlarnar og almenna kjakið er ein fólkaræðislig dygd, hava vit í ov stóran mun havt lyndi til at misnýta hesa dygd og gloymt ábyrgdina, sigur Bogi Eliasen. Spurdur, hvør ítøkiliga ábyrgdin er, og á hvønn hátt ábyrgdin ikki er røktað, sigur Bogi soleiðis:
- Fjølmiðlarnir skulu fyrst og fremst selja, og tí eru teir noyddir at gagnnýta tað avmarkaða tilfar, teir hava at arbeiða við. Men samstundis eiga teir at røkja ábyrgdina og ikki blása mál upp uttan orsøk. Samstundis eiga politikarar heldur ikki at gagnnýta fjølmiðlarnar til júst hetta, sigur Bogi.
Við øðrum orðum tykist talan vera um eina etiska ábyrgd, sum møguliga í ov stóran mun verður svikin av báðum pørtum, og tískil gerast ósemjurnar ov dominerandi.
Nærleikin í og støddin á føroyska samfelagnum er sostatt ein orsøk til, at opinleikin fer yvir í ódisciplin, og at ósemjurnar seta ov skjótt, ov lætt og í ov stóran mun politisku dagsskránna í almenna kjakinum. Tað tykist vera eitt hárfínt mark millum nærdemokrati ella opinleika og síðani politiska ódisciplin og klandur.
- Við øðrum orðum er politiskt stríð og klandur náttúrligt, men samstundis ov sjónligt í Føroyum í løtuni, sigur Bogi.

Eitt savnað valdømi
Stóri spurningurin er so, hvat kann gerast fyri at avmarkaða politiska stríðsmentalitetin í Føroyum, sum hevur við sær, at sjálvur politikkurin hvørvur í persónsprofilering og einstaklingafokus. Lítla og opna samfelagið er ikki ein haldgóð undanførsla at rættvísgera tann sjónleik, sum hevur verið gerandiskostur seinastu tíðina, men spurningurin er, hvussu føroyingar kunnu umganga at detta í áðurnevndu grøv, sum er ein støðugur vandi í einum so lítlum samfelagi.
Sum stjórnmálafrøðingurin fyrr hevur víst á, metir Bogi Eliasen, at eitt savnað valdømi hevði ment politiska støðið í Føroyum. Sambært honum skapa ymsu valdømini fragmentering og ósamanhang, og tá lokalpolitikkur gerst so týdningarmikil í føroysku skipanini, gerst landspolitikkurin og floksbygnaðurin samstundis veikari.
- Sum eg áður havi víst á, kundi sundurskiljingin í fleiri valdømi verið ein orsøk til, at yvirornaða floksapparatið gerst ov veikt, og hetta er møguliga ein av orsøkunum til, at politisku konfliktirnar gerast so sjónligar, sigur stjórnmálafrøðingurin. Við øðrum orðum ger skipanin tað ov neyðugt hjá lokalpolitikarum at røkja lokalfólksins áhugamál, og tá gerast innanhýsis ósemjurnar fleiri og størri.
Hóast føroyska skipanin ikki nýtist at vera orsøk til núverandi stríð í Tjóðveldisflokkinum, metir Bogi Eliasen, at virkandi skipan hevur nakrar innbygdar trupulleikar, sum kunnu ávirka politiska arbeiðslagi og fostra eina politiska mentan, sum ikki er mennandi.

Markið
Áðurnevnda mark millum ósakligt klandur og frítt, alment orðaskifti er sambært Boga Eliasen torført at áseta, tí markið flytir seg frá tíð til aðra, samstundis sum markið ikki er eins í ymsu flokkunum. Uttan at geva nøkrum ávísum skuldina fyri rokið í Tjóðveldisflokkinum kann Bogi Eliasen Í øllum rokinum staðfesta, at gongdin er farin út um mark, og at allir aktørar eiga at taka við læru av teimum trupulleikum, sum hava dominerað føroyska politiska leikpallin.