Nakað síðani keyptu danir, ið eru fegnir vilja fáa Føroyar til Danmarkar, seksæringin Norðbúgvin av Toftum, ið er bygdur í 1956. Seinastu mánaðirnar hevur danski bátabyggjarin Per Brandt Møller umvælt bátin frá innast til uttast.
Stuttlig avbjóðing
Tað var hansara barndómsvinur, Niels Pedersen, betri kendur sum Niels Sømand, sum heitti á Per Brandt Møller um at umvæla bátin.
- Eina so øðrvísi og stuttliga avbjóðing sigur tú ikki nei til, sjálvt um báturin var í sera ringum standi, sigur Per, ið sum eitt tað fyrsta valdi at klæða skrokkin við glastrevju.
- Alt annað hevði verið ábyrgdarleyst, um upprunaligi skrokkurin skuldi varðveitast. Men nú er báturin í allar mátar sjógóður. Sniðið stavar frá víkingabátunum, og víkingarnir vistu hvat teir gjørdu, sigur Per, sum brúkti einar tríggjar mánaðir at umvæla bátin.
Virðiligt minni
Ólavsøkuaftan var løtan so komin, tá umboð fyri føroyskar mynduleikar handaðu einum glaðum og ikki sørt rørdum skipara á bátinum, Niels Sømand, føroyska flaggið og siglingarloyvi til bátin.
Eftir at hava silgt sólarringin runt tríggjar ferðir, varð Norðbúgvin alt fyri eitt tikin í nýtslu, og siglir hann nú við ferðafólki runt í Kanalini. Pláss er fyri 22 fólkum umborð, og fáa ferðafólkini eisini ein góðan føroyskan bita á túrinum. Hetta er fyrstu ferð, at ein bátur, sum er skrásettur undir føroyskum flaggi, hevur fingið slík siglingarrættindi í havnini í Keypmannahavn.
Tá báturin ikki verður brúktur sum ferðamannabátur, er ætlanin, at hann skal hanga í gálga á Bryggjuni sum eitt virðiligt minni um tíðina, tá føroyingar róðu út í Grønlandi.