Danir hava hátíðarhildið altjóða dansidagin yvir fleiri dagar, og í góðveðrinum í dag varð aftur dansað í Aalborg - harímillum var eisini føroyskur dansur Føroyingar í Aalborg høvdu í dag ein virknan leiklut í hátíðarhaldinum av altjóða dansidegi, sum hevur verið hildið yvir fleiri dagar frá 29. apríl til og við í dag.
Nógvir føroyingar búgva í Aalborg og nærhendis har. Hetta vita danir eisini, og høvdu tey sett seg í samband við Føroyignafelagið í Aalborg, at fáa hesi at vísa føroyskan dans fram saman við øðrum dansum.
Hesi so gjørdu, og í dag varð ringur sligin á Luises Plads og á C.W. Obels Plads í Aalborg, og kvøddu tey eisini. Skipari var Fritjof Tórgarð.