Føroyskur eftirskúli í smildri

Húsaognin, sum Føroyski Eftirskúlin í Hygum átti, stendur og forfellur. Tað er ikki lætt at selja slíka ogn í dag, siga tey í fyritøkuni Bach Gruppen, sum eigur ognina

Tað var tann tíð, tá ið føroyskur eftirskúli var í Danmark. Fyrst var hann í Genner og síðan í Hygum.
Men tá ið næmingatalið minkaði, læt skúlin aftur og ognin fór undir hamaran, og ein táttur í Føroya skúlasøgu endaði.
Eitt stutt skifti var barnagarður í húsunum.
Bach Gruppen A/S í Viborg keypti ognina á tvingsilssølu og seldi hana aftur, men áðrenn tann handilin var komin endaliga í hús, men tað gekk ikki hjá nýggja eigaranum.
Tí fall ognin aftur til Back Gruppen, siga tey í hesi fyritøkuni.
Eina ferð byrjaði fyritøkan at umvæla. Nøkur vindeygu vórðu skift út, men so var ikki meira gjørt.

Forfall
Síðan hevur ongan bara staðið og forfallið. Vindeyguni eru knúst, og av ti at húsini standa opin, er nógv knúst inni eisini. Fólk og fæ ganga inn, og ung fólk hugna sær har eisini.
Tá ið festivalur hevur verið nærindis, hava summi leitað sær innivist í fyrrverandi eftirskúlanum á tí náttúruvakra økinum.
- Nógvir fyrrverandi næmingar hava góð minni frá skúlanum, og tað hendir meira enn so, at fyrrverandi næmingar koma framvið, sigur Hilmar Gaardbo, fyrrverandi lærari á skúlanum. Hann býr framvegis nærindis.
Í Bach Gruppen siga tey, at ognin stendur til sølu, men tað er ógjørligt at selja slíkar ognir, soleiðis sum marknaðurin er nú.