Í dag kom ein maður við "føroyska" navninum, Christian Petersen, úr Liverpool á vitjan á mentanardeildini hjá Klaksvíkar býráði.
Maðurin, sum er myndamaður og lesur framhaldandi lestur á lærdum háskúla í London, hevði ymiskar frásøgur frá greinum og myndatøkum, sum mentanardeildin hevur sent bløðum og portalum. Hann hevði nógvar ymiskar spurningar um, hvussu vit búleikast í Klaksvík og í Føroyum annars.
Hann skrivar dokumentar-greinar til kend bretsk tíðarrit og ynskir at fáa møguleika at arbeiða í onkrari "upprunavinnu" fyri at læra søguna og fólkið her betri at kenna.
Christian Petersen fekk nøvn á fleiri persónum, sum kunnu vegleiða betri og meir, eins og hann fekk høvið at heilsa uppá virkandi borgarstjóran, Jógvan Skorheim. Teir avtalaðu at hittast aftur til eitt prát.
Síðani gekk leiðin niðan á Norðlýsið, har maðurin úr Liverpool fekk møguleika at samskifta við feðgarnar, Oliver og John William Joensen, um teirra virksemi sum lokalblað í einum - eftir hansara tykki - lítlum samfelag.
Tað vísti seg, at Christian Petersen eg ættaður úr Gøtu, abbasonum Martin Leo Petersen, sum búsettist í Liverpool eftir bretska flotahertænast undir krígnum, har hann giftist konu úr Liverpool.
Henda myndamannin koma vit uttan iva at hoyra meir til. Hann ætlar sær at búleikast í Norðoyggjum í einar tveir mánaðir og ynskir sær okkurt ólønt fyrifallandi arbeiði.
Orð & myndir: Dávur Winther