Uni Arge
------------
Fert tú uttanlands at ferðast, mást tú fyrireika teg væl, og fyrireikingarnar kunnu mangan vera drúgvar. Fert tú uttanlands við 80 hondbóltsspælarum, mást tú fyrieika teg serstakliga væl og leingi, og fíggjarligar fortreytir mugu skapast fyri ferðini í samstarvi millum felag og foreldur.
Hetta var avbjóðingin, sum Kyndil og foreldrini, ið varða av yngstu spælarunum í felagnum, høvdu, áðrenn farið varð til Spania síðst í juni mánaði at vera við í Granollers Cup. Sjáldan fara ítróttarfeløg so langa leið at kappast við sínum spælarum, so spennandi var, hvussu alt fór at eydnast.
Ferðin eydnaðist væl. Summi óttaðust fyri, at hitin fór at gerast ov nógvur, og tann fyrsta dagin hevði onkur einstakur í ferðalagnum drukkið ov lítið av vatni, og tað setti síni spor. Men tá øll fylgdu strongu boðunum um at drekka nóg mikið av vatni, stóðust ikki trupulleikar av hita.
Heitt var tó sjálvandi hjá spælarunum at spæla. Viðhvørt varð spælt í hallum, og viðhvørt varð spælt úti. Heitari var at spæla úti enn inni, men turra luftin inni gjørdi viðhvørt títtu fetini í skjótálop heldur tyngri, enn tey plaga at vera í Føroyum. Skjótt vandu spælararnir seg tó við øðrvísi umstøðurnar.
Dreingirnir bergtóku
Besta úrslitið av teimum átta liðunum, sum Kyndil hevði við í kappingini, fingu teir 17-18 ára gomlu dreingirnir. Teir spældu sera vakran hondbólt, og ongin ivi er um, at á hesum liði eru talent, ið ikki ofta síggjast í hondbólti. Liðið endaði á 3. plássi í sínum aldursbólki og fekk steyp. Heili 28 lið vóru við í teirra kapping.
Í hálvfinaluni møttu kyndilsdreingirnir heimaliðnum úr Granollers. Hetta felagið er eitt tað besta hondbóltsfelagið í Evropa og hevur nýliga verið í Evropa Cup-finaluni. Felagið fóðrar Barcelona, sum er evropameistari hjá monnunum, við ungum talentum, so siðvenjan í Granollers er bæði sterk og góð.
Granollers fekk harða mótstøðu frá Kyndli. Í hálvleikinum vóru dreingirnir úr Kyndli á odda 7-6, og teir 100 áskoðararnir úr Føroyum vóru hásir, so nógv teir róptu á sínar menn. Í seinna hálvleiki var gongdin eisini jøvn, men síðstu tríggjar minuttirnar fór Granollers frá Kyndli og vann 17-14.
Beint eftir hendan dystin skuldu dreingirnir spæla um 3. plássið ímóti Alcobendas úr Madrid. Hugurin var onki serligur í byrjanini, tí hálvfinalan var júst tapt, men so tóku dreingirnir dik á seg og vunnu dystin 15-14. Tá var so klárt at taka ímóti steypinum, og frøin var stór um gylta prógvið um 3. plássið.
Øðrvísi hondbóltur
Steypahandanin var ein stak góður endi á kappingini, men ferðalagið hevði eisini nógv annað at fegnast um, meðan kappingin var. Gentuliðini hjá Kyndli eru eisini góð, og tær elstu genturnar vóru óhepnar at tapa tveir góðar dystir við einum máli, tí hesi mistu stigini vantaðu í, tá sleppast skuldi víðari úr bólkinum.
Tær næstelstu genturnar komu víðari úr sínum bólki og vunnu áttandapartsfinaluna. Í fjórðingsfinaluni møttu tær einum norskum liði, ið segðist vera tað næstbesta í sínum aldursbólki í Noregi. Hetta sást. Norsku genturnar spældu sera skjótan og skilagóðan hondbólt og vunnu.
Tær triðelstu kyndilsgenturnar komu eisini víðari og taptu akkurát áttandapartsfinaluna. Hini liðini komu ikki víðari, men vunnu fleiri dystir í sínum bólkum, og bara í einstøkum førum var munurin stórur, tá liðini taptu. Mótstøðan var sostatt hóskandi, og øll liðini fingu nógv burturúr.
Ta stuttligastu upplivingina høvdu nógvir áskoðarar, tá teir 10 ára gomlu dreingirnir spældu. Tær spældu á smáum vøllum og høvdu ongar avmarkingar á sær. Spælararnir góvu ikki bóltin upp eftir skotin mál og kundu verja langt úti á vøllinum. Úrslitið var bæði rokaligur og stuttligur álopshondbóltur.
Venjararnir hjá Kyndli vóru hugtiknir av hesum slagi av hondbólti, ið vanliga verður róptur totalhondbólltur. Í Føroyum sleppa tey yngstu ikki út um 3-meturin at verja, og loyvt er ikki at fiska bóltin frá mótstøðuliðnum. Hetta hevur við sær statiskan verjuhondbólt, har spælararnir dystast lítið ein ímóti einum.
Í Granollers gekk sjón fyri søgn, at totalhondbólturin gevur ungum spælarum gott bólteyga, góðan førleika at finta og góð evnir at fara skjótt í álop. Føroysku spælararnir vóru ikki verri fyri tekniskt, men mann ímóti manni vóru teir viðhvørt um ein háls, tí teir spæla so lítið á hendan hátt.
Jólamaðurin kemur
Á ferðini í Granollers upplivdi ferðalagið ikki bara hondbólt. Børn, sum eru so langt heimanífrá á fyrsta sinni, halda jú tað mesta vera spennandi á tílíkari ferð, og tá setanin var, var mangt stórsligið at uppliva. Kappingin varð sett á torginum í Granollers aftur við festligum karnevaltónleiki.
Mitt á torginum savnaðust allir 3.000 spælararnir í litríkum troyggjum við alskyns fløggum á lofti. Har vóru m.a. norðmenn, sviar, danskarar, koreanar, eysturríkar, fraklendingar, andalusar, spaniólar, argentinar, kolumbianarar og so sjálvandi føroysku spælararnir og foreldur og systkin.
Tá øll 3.000 skuldu marsjera út av torginum gjøgnum býin oman í stóru ítróttarhøllina, sum varð bygd til olympisku leikirnar í Barcelona í 1992, avdúkaði frásøgumaðurin, at hann dugdi føroyskt. Hann segði: "And here are the Faroe Islands! Jólamaðurin kemur í kvøld!" Tá dandaðu føroysku láturvøddarnir.
Hvør hevði sagt frásøgumanninum, hvat hann skuldi siga, varð ikki uppklárað, men stuttligt var at hoyra um jólamannin eitt summarkvøld undir katalansku summarsólini, og mestsum ræðandi var at hoyra hvøllu kanónsløgini frá monnum í katalanskum tjóðarbúnum, tá gongan kom til olympisku høllina.
Jú, setanin var festlig, og í einum landi, har fólk bæði renna undan tarvum og fiktast við teir, fornoktaði buldrasliga lyndið seg ikki. Eftir marsjin gjøgnum býin fóru øll í høllina at hyggja at dysti millum eitt koreanskt og eitt spanskt lið, og tá tann dysturin var liðugur, kundi kappingin byrja.
Serbarnir rýmdu
Sjálv kappingin vardi frá mikudegi til sunnudag. Hon var væl fyriskipað. Dystirnir byrjaðu til tíðina, dómarar vóru altíð á staðnum, og úrslitatænastan riggaði. Viðhvørt kom tó øði í áskoðararnar, tí fleiri høvdu varhugan av, at dómararnir vóru ov vinarligir við liðini úr Granollers.
Hesi liðini vinna sum oftast kappingarnar í Granollers Cup. Ein norðmaður segði okkum, at dómararnir dømdu ofta væl, men stóð á hjá Granollers, koppaðu teir yvirum og gjørdust heimadómarar. Tað skuldu vit bara vita, segði hann. Ikki var tað sørt, at tú hevði varhugan av hesum viðhvørt.
Í einari finalu, har Granollers spældi ímóti serbiskum liði, vóru serbar so misnøgdir, at teir hálvan minutt fyri leiklok løgdu bóltin á miðjuna og rýmdu úr høllini. Tá var eitt mál á muni. Serbarnir komu ikki innaftur, og Granollers vann tí finaluna uttan at spæla dystin lidnan. Hetta varð hildið at vera ein gøla.
Í finaluni eftir hesa finaluna spældu eitt lið úr Granollers og eitt úr Korea. Dysturin var sera spennandi og endaði 21-21. Sermerkt við dystinum var, at øll tey vitjandi í høllini hildu við koreanska liðnum. Tað rungaði eftirí, meðan øll díktu á Korea. Í umdystinum vann Granollers kortini - á reiðiligan hátt.
Vitjan á Camp Nou
Við finalunum endaði hondbóltsstevnan í Granollers, og dagarnar eftir stevnuna hildu nógv kyndilsfólk feriu á hotellum nærri katalansku strondini. Tað var tiltrongt fyri bleiku føroysku kropparnar. Og hóast tað mesta snúði seg um hondbólt á ferðini, fekk Camp Nou hjá FC Barcelona eisini føroyska vitjan.
Inni á Camp Nou sluppu føroysku gestirnir at snúsa til rómin, sum plagar at vera kring Messi og allar hinar evropameistararnar hjá Barcelona. Skipað verður fyri rundferð á Camp Nou, har tú hoyrir um søguna hjá felagnum og kanst keypa alskyns stás í vøkru Barcelona-litunum.
Eisini hetta var ein spennandi uppliving á ógloymandi ferðini í Spania, ið væl kundi verið gjørd aftur onkuntíð. Men gloym ikki, um tú leggur leiðina fram við Barcelona, at býurin kennir seg sum stoltan og máttmiklan høvuðsstað eins og Madrid - í Katalonia og ikki Spania.
Katalonia er sjálvstýrandi øki í spanska kongaríkinum, og politiskt minnir støðan har um støðuna í Føroyum, tí summi vilja hava fullkomna sjálvstøðu, onnur vilja hava størri sjálvstýri enn nú, og uppaftur onnur eru ikki so avgjørd. Men íbúgvarnir kenna seg sum katalanar, ikki minst orsakað av katalanska málinum og flagginum.
Og sjálvandi FC Barcelona!