2. partur
Gudmundur Setberg er bara ein av mongum føroyingum, sum hava leitað burtur í onnur lond at nema sær útbúgving og sum síðani festi røtur har. Hann er útbúgvin civilverkfrøðingur og hevur seinastu 15 til 20 árini verið við í kanningarð og uppruddingararbeiði í sambandi við jarðskjálvtar í milliónabýum sum San Francisco og Los Angeles. Seinastu árini hevur hann staðið á odda fyri umvæling og nýgerð av kendu San Francisco-Oakland Bay Bridge, eitt byggiarbeiði fyri m illum 2 og 3 mia. kr. Ì fyrsta partinum av samrøðu okkara greiddi Gudmundur frá, hvussu hann kom til USA og tíðina eftir tað. Í dag starvast hann sum leiðandi verkfrøðingur á brúgvadeildini hjá tí almenna í høvuðsstaðnum Sacramento.
Jarðskjálvtaserfrøðingur
Vit lata Gudmund sjálvan greiða frá tí spennandi og álvarssama arbeiðinum sum jarðskjálvtaverkfrøðingur.
-Nøkur av teimum árunum, ið eg havi arbeitt sum verkfrøðingur, var eg ansettur sum jarðskjálvtaserfrøðingur hjá statinum í California og var við til at kanna brúgvar eftir bæði jarðskjálvtan í San Francisco í 1989 og jarðskjálvtan í Los Angeles í 1994. Tilsamans havi eg sjálvur verið nóg nær til at føla seks jarðskjálvtar. Tað er ikki so spennadi fyrstu ferð tað hendir. Í 1989 var eg rættiliga ungur, men var kortini við til at gera kanningar og uppruddingararbeiði í tveir mánaðir í San Francisco. Tann jarðskjálvtin var rættiliga kraftigur, og fleiri brúgvar duttu niður, og fleiri fólk lótu lív. Eldur kom í San Francisco og minnist eg rætt, so brendi í fleiri dagar, tí onki vatn var at sløkkja við. Tá ein ikki hevur verið við til sovorðið kann tað vera ringt at seta seg inn í, hvussu ringt tað er at gera nakað í einum stórbýi, tá onki riggar. Ongin streymur, onki vatn, onki gass at hita við, onki bensin, ongin telefon og ringast av øllum kanska ongin matur nakrar dagar. Telefonnetið riggaði nú skjótt aftur, men fólk ringdu úr øllum heiminum fyri fáa fatur í familju og vinum, so ongin slapp ígjøgnum kortini. Tá ein so endiliga fekk fatur í onkrum tilfari, bar ofta ikki til at sleppa fram, tí onkur brúgv var dottin niður. Tann stóra brúgvin (San Francisco-Oakland Bay Bridge) var stongd í ein mánað, tí eitt petti datt niður. Tað er henda brúgvin, sum Gudmundur í dag umælir og lutvíst byggir av nýggjum.
Gudmundur arbeiddi mest hinumegin San Francisco víkina í Oakland og var eisini við til at kanna ymisk fongsul. M.a. arbeiddi hann tríggjar dagar í kenda San Quentin. Tað er beint norðanfyri San Francisco, har tey deyðadømdu sita og bíða eftir teirra tørni. Sum verkfrøðingur var hann ikki við til nakað bjargingararbeiði. Uppgávan var at kanna hvørja brúgv innanfyri ein radius uppá 100 km. Tá kanningarnar vóru lidnar fekk politiið so at vita, um brúgvin kundi brúkast til at koyra eftir ella ikki.
Á jarðskjálvtaliði
Tá jarðskjálvti rakti Los Angeles í 1994, var Gudmundur ein av 30 verkfrøðingum, ið vóru limir í serligum liði, sum staturin hevði sett saman. Uppgávan var at vera á staðnum innan 24 tímar eftir ein jarðskjálvta líkamikið, hvar í statinum tað var.
-Jarðskjálvtin rakti kl. 4.30, 17. januar 1994. Klokkan 5.30 ringdi stjórin hjá mær. Ein av dreingjunum tók telefonina. Stjórin spurdi eftir mær. Christian svaraði, at eg svav. Stjórin bað hann fara at vekja meg. Christian svaraði, at hann helt ikki, at tad var eitt gott hugskot, tí pápi dámar ikki at verða vaktur. Stjórin segði so við hann, at tað var viktugt, at eg kom til telefonina. Christian svaraði, at hann tók ikki ábyrgdina og fór so eftir mær. Eg fekk boð um at koma til arbeiðis beinanvegin. Klokkan sjey byrjaðu tey fyrstu bíløtuni og boðini av skaðum at koma inn. Høvuðsmotorvegurin til Los Angeles var stongdur, tí fleiri brúgvar vóru niðurdotnar ella um at detta niður. Klokkan 10 høvdu vit so fingið at vita, hvar vit skuldu fara, hvør var “in charge” og hvønn veg vit skuldu koyra. Vit fóru tveir og tveir í lítlum jeepum, sum vóru fullir av ymsari útgerð, arbeiðsklæðum, kortum og tekningum. Vit høvdu eisini vatn og soviposa við.
Spøkilsisbýur
Tað var bæði spennandi og eitt sindur nervapirrandi at fara avstað. Vit vistu ikki nógv um, hvussu stórur skaðin var og vistu tí ikki ordiliga, hvat vit kundu vænta.Vit høvdu ongastaðni at búgva, tá vit fóru úr Sacramento. Bilarnir vórðu sendir ymiskar vegir fyri at tryggja sær, at onkur kom fram. Klokkan 23 nærkaðust vit Los Angeles. Tað var eitt løgið upplivilsi at koyra inn í hendan býin, sum kanska er størri enn alt Sæland, í bølamyrkri. Motorvegurin vaks so hvørt, til tað vóru fimm spor hvønn vegin, men vit sóu ikki ein einasta bil. Vit koyrdu spakuliga fyri ikki at koyra útav eini brúgv, ið var niðurdottin. Hetta er eitt tað løgnasta eg havi verið við til. Tað var sum at koyra í einum spøkilsisbýi. Klokkan 11.30 ringdi telefonin, og vit fingu at vita, at hotellið hjá okkum var ein 1/2 tíma frá miðdepilinum á jarðskjálvtanum.
Dagin eftir vóru vit uppi klokkan 4. Vit fingu morgunmat og boð um, hvar vit skuldu fara, og hvat vit skuldu gera. Vit fóru av hotellinum klokkan 5.30, so vit kundu náa fram til ta fyrstu brúnna, tá tað lýsti kl. 6. Síðani varð arbeitt uttan steðg til myrkurs. Vit ótu døgurða, meðan vit fingu frágreiðing frá politinum um ymiskar skaðar, sum teir høvdu funnið, ið teir hildu máttu kannast beinanvegin. Vit skrivaðu so frágreiðingar um alt, sum vit kannaðu. Frágreiðingarnar skuldu serliga brúkast til at lata brýr upp dagin eftir, sum ikki høvdu fingið so stóran skaða og til at fáa stórar entreprenørar út at seta uppundir ella taka niður aðrar, sum høvdu fingið skaða. So bleiv sovið í 3 tímar og so byrjaði alt umaftur. Soleiðis koyrdi tað í fullar 15 dagar. Eg var eitt sindur troyttur, tá eg endiliga slapp heim aftur.
Øgiligar kreftir
Gudmundur sigur, at nógvar brúgvar fingu skaða í hesum skjálvtanum. Hann slapp at síggja so at siga alt so nær sum tað nú einaferð ber til. Tíbetur doyðu ikki so nógv fólk, men skaðin var stórur. Tað tók fleiri mánaðir at fáa veganetið afturgjørt sjálvt um arbeitt var bæði dag og nátt. Eitt tað løgnasta var at síggja eina brúgv, sum hann sjálvur hevði arbeitt uppá, í sorli. Hendan brúgvin var eini 30 ára gomul og sostatt ikki bygd eftir nýggjastu normum. Teir høvdu arbeitt við at styrkja hana, og projektið var liðugt, men jarðskjálvtin kom ov tíðliga. Tað hevði verið øgiliga spennandi at sæð, um brúgvin hevði klárað seg betur høvdu teir havt tíð til at styrkt hana. Hesin jarðskjálvtin var kortini ein stórur sigur fyri verkfrøðingar í California. Allar tær nýggjastu brúgvarnar kláraðu seg fínt. Onkur fekk skaða, men ongin av teimum datt niður. Sum dømi um kreftirnar, ið eru uppá spæl nevnir Gudmundur eina brúgv, sum datt niður hevði tvær súlur uppá 3 m í diametur. Tað vóru 66 armeringsstengur í hvørjari súlu. Hvør stongin klárar lættliga at halda eini kraft uppá 125.000 kg. Súlurnar kvettust av sum tennstikkar.
Aftaná ein jarðskjálvta eru altíð fleiri ristingar. At byrja við kann tað rista við einum millumbili uppá 5-10 minuttir og næstan líka harðliga sum tann upprunaligi jarðskjálvtin. Hotellið hjá teimum var nær við, og har risti fleiri ferðir. -Tað kemur so knappliga, at man fær so at siga onki gjørt. Man má bara bíða til liðugt er. Slíkar løtur er gott at hava sett sítt álit á Harran. Tann fimta dagin vóru vit úti á eini brúgv og kannaðu eitt skoyti, sum var farið sundur í jarðskjálvtanum. Skoytið átti at gloppa 4 cm, men nú gloppaði tað 20 cm, so ringt var hjá bilum at sleppa tvørturum. Eitt slíkt skoyti er ofta á eini langari brúgv, so hon kann geva seg at sindur, tá temperatururin svingar. Skoytið er vanliga millum tvær súlur og bygt nakað sum eitt setur. Tann styttri endin heldur tí langa endanum uppi. Nú er tað soleiðis at glíður brúgvin ov langt, so fer hon út av setrinum og tann langi endin dettur niður. Meðan eg taki mát av hesum gloppinum kemur ein eftirristing. Fyrst smekkaði gloppið saman og tá mundi hondin hjá mær ligið ímillum. Síðani leyp alt sundur.
Eg bleiv púra forvirraður og leyp tvørturum gloppið einar tríggjar ferðir, tí eg hevði gloymt hvørjumegin tann langi endin var. Brúgvin var 20 metrar høg so har kom sveittin fram. Nakrar tímar grulvaðu vit runt undir einum fundamenti á eini brúgv, sum hevði fingið skaða, tí eitt veldugt vatnrør var farið beint undir brúnni og hevði skolað alla jørðina burtur, so allir pelarnir vóru komnir undan kavi. I støðum vóru upp til 4 metrar av pelunum sjónligir. Meðan vit kanna hetta kemur aftur ein jarðskjálvti. Sjálvur var eg ikki undir fundamentinum, tá skjálvtin rakti, men eg skal lova fyri, at teir báðir, sum vóru við vóru skjótir at sleppa sær út. Vit staðfestu tann dagin, at fólk grulva skjótari, tá jarðskjálvti er sigur Gudmundur í spennandi frásøgn síni.
Heiðursprís
Komandi tvey árini verður hildið fram við at arbeiðinum á tí stóru San Francisco-Oakland Bay Bridge, har 250.000 bilar koyra hvønn dag. Tá hetta arbeiðið er liðugt verður farið longur norður í statinum at byggja enn eina brúgv.
Gudmundur er ikki maður við stórum orðum um seg sjálvan. Blaðið hevur tó fingið tað burtur úr við at tosa við onnur, ið kenna Gudmund, at hann er sera avhildin fyri dugnaskap og fekk hann eisini saman við øðrum herfyri heiðursprís fyri vala arbeiði í sambandi við brúgvagerð í statinum.
Gudmundur heldur nýggjár saman við familju síni í lítla býnum Galt, sum liggur millum San Francisco og Sacramento. Hann letur heilsa øllum heima og ynskir føroyingum eitt gott nýggjár.