Á make-up skúlanum fara lærararnir, Laila C. Hansen og Elisabeth Johannesen, serliga at leggja dent á at útbúgva næmingarnar á sama støði, sum undirvíst verður á øðrum make-up skúlum uttanlands:
- Bert tíggju næmingar sleppa við á hvørt skeiði, tí vit vilja geva hvørjum einstakum næmingi so góða undirvísing, sum til ber. Um ein hugsar um make-up skúlarnar í hinum Norðurlondunum, verður føroyski skúlin á sami støði, sum teir bestu. Eftir lokið skeið verða næmingarnir á skúlanum 100% klárir at arbeiða sum make-up artistar á altjóða støði, sigur Hans Fróði Hansen, samskipari á KayKay Makeup School.
Á skúlanum fara Laila og Elisabeth eitt nú at læra næmingarnar alt innan dag- og kvøldsminku, smokey, brúðarsminku, fantasisminku og fashionsminku. Men somuleiðis fara tær at undirvísa í øðrum, ið er viðkomandi fyri yrki:
- Um ein ynskir at vinna sær kunnleika innan make-up, er hetta besta føroyska tilboðið nakrantíð, siga Laila og Elisabeth.
Í alt kostar skúlin 25.000 krónur, men tá er útgerð fyri um 8.000 krónur við í prísinum.
Allir næmingarnir fáa prógv eftir lokið skeið. Skúlin tekur 13 vikur og verður í Havn.
Undirvísingin fer bert fram um kvøldarnar mánakvøld, týskvøld og mikukvøld frá klokkan 18.30 og til 22.30.
Um onkur ynskir at fáa meira at vita um skúlan, ber til at senda ein teldupost til service@kaykaygroup.com.