Føroyskur matur skal á heimskortið

? Føroysku rávørurnar eru í heimsklassa sigur Claus Meyer á nýggju matstovuni Noma í Keypmannahavn

Kim Simonsen


Eftir at hava roynt Noma fór eg út á Norðuratlantisku Bryggjuna at tosa við kenda tv-kokkin Claus Meyer. Hesin er av teim kendastu fólkunum í Danmark, hann er helst eins kendur og rokksangarar og politikarar. Hann hevur skapt eina ørgrynnu av matarstøðum í Danmark gjøgnum tíðina. Hann hevur útgivið bøkur sum selja eins væl og Hanne Vibeke Holst og Jane Aamund.
Eg møtti Claus Meyer og køksstjóranum yvir ein kaffimunn á Noma mitt á degi. Teir bjóðaðu vín, men hugur stóð ikki at hesum. Men kaffi hjá Meyer er eisini sera gott, tí hann er kendur fyri at skipa fyri sjokolátu og kaffismakkingum og hann er eisini kendur sum innflytari av bæði kaffi og sjokolátu, og nú eisini av føroyskum øðum og hummarum.
Claus Meyer greiddi frá, at hugskotið var at gera ein norðurlendskan/norðuratlantiskan fusiónskøk, og at Noma á henda hátt kann fáa Norðanlond tættari saman.
Spurdur um teir tordu at borðreiða við "veruligum" siðbundnum føroyskum mati sum skerpikjøti, ræstum kjøtið, grind, kópi ella kendar íslendskum ella grønlendskum kosti, sum (onnur) fólk vanligani ikki dáma, helt hann fyri, at tað hevði verið sjálvmorð, tí meiningin var, at fólk ikki skuldu ræðast at fara út at eta á Noma. Meiningin er, at fólk skuldu hava eitt ógloymandi kvøld av øðrum ávum, enn at maturin var etniskur ella serligur. Vit vilja hin vegin punktera teir fordómar fólk hava móti grønlenskum, íslenskum og føroyskum mati, tey halda hetta vera okkurt rátt sum stinkar og bløðir, og at fólk drekka seg púra sansaleys full og píska seg við greinum. Nógvir kokkar hava arga okkum við, at nú fara vit at gera kópapizza og hvalafrikadellur. Vit vilja skapa álit á, at maturin er fyrsta floks og at Føroyar, Ísland og Grønland kunnu gera seg galdandi á eini gourmetsenu í dag kring allan heimin.
Stóran stuðul úr Føroyum
Meyer legði dent á, at matarkortið skiftir eftir árstíðini og seinni vilja teir kanska hava fugl og møguligani hval, men Meyer var enn ikki nøgdur við smakkin av lýsi bæði í fugli, kópi og hvali, tí var hann í iva um hetta egnaði seg sum mat á eini gourmetmatarstaði á altjóða støði í Keypmannahavn. Tað var tí betri at gera grind, skerpikjøt og ræst kjøt í Føroyahúsinum, tí hetta er helst fyri tey innføddu tók Meyer til.
Teir tosaðu báðir um, at teir høvdu fingið stóra hjálp úr Føroyum, og aftur og aftur kom teir inná navnið Birgir Enni. Hesin hevði givið teim øður, ið teir hildu vera av heimsins besta mati. Meyer meinti, at hesar skuldu etast ráar sum oystrur. Hann tók eisini til, at hann sum kokkur smakkaði, at hummarar, øða og krabbar liva á einum reinum, køldum og djúpum sjógvi í Føroyum, har hesi vaksa spakuliga, ið ger hesi djór serligani góð.
At eta í Føroyum
Meyer og teir frá Noma hava verið í Føroyum, Íslandi og í Grønlandi. Hann læt væl at rávørunum í Føroyum, men helt ikki at føroyskir kokkar og matstovur vóru nógv betri enn teir vóru í Danmark í sjeytiárunum. Besti maturin hann fekk í Føroy-um var tí frá privatfólki. Hann var nógv meiri imponeraður av teim Íslendsku kokkunum, ið hann metti vera á heimsstøði. Eg hugsaði mítt, at hetta er ein søga sum endurtekur seg á nógvum økjum, bert tí vit eru fá, sigur eingin at vit ikki kunnu fylgja við og av og á leggja okkum á odda. Men fólk eru mangan trek og konservativ í Føroyum. Fara tey út at eta skal tað vera ein búffur og ikki t.d. seafood ella franskur matur, men hin vegin verða fólk jú noydd at eta tað sum føroyskir kokkar vilja hava tey at eta. Seta teir sín vilja ígjøgnum gerast fólk í seinasta enda glaðari fyri hetta. Men hetta fer eisini at merkja, at á teim góðu støðunum fer at vera dýrari enn tað er nú í Føroyum. Fólk skulu vita, at um tey gjalda eitt sindur meiri, fáa tey nógv meiri og størri upplivingar.
Rúsdrekkalógin er ein stór forðing
Føroysku fjølmiðlarnir kundu kanska skriva meiri um mat, gastronomi, vín og bjór, og á henda hátt broytt og endurtulka matarvanar og siðir. Eg rokni við, at ikki nógv fólk í Føroyum vita t.d. at belgiska ølin Westmalle Dubbel (ella um man vil Triple), sum fæst í hvørjari Irma handli niðri, er sum tikin úr leikum til ræst kjøt, tað er Chimay Bleu eisini. Hetta er ikki øl man drekkur seg fullan av, hesar eru gjørdar av belgiskum munkum á heimskendum bryggjaríum. At sterka ølin Duvel og danska Brøckhouse (Jóla, Weiss og IPA) smakka væl við skerpikøti, drýli ella røstum fiski. Men hvussu skulu fólk í Føroyum vita nakað tá Rúsdrekkalógin eru 100% óbrúkilig, fyri onnur enn tey sum keypa sprutt (helst Aalborg Akavit) fyri at blíva full. Her tori eg slett ikki at nevna vín, har Føroyar er eitt helgens u-land. Man fær t.d. eingin veruligani áhugaverd týsk Risling vín í Føroyum, fyri ikki at tosa um fronsk reyðvín sum ein gourmetmatstova hevur áhuga fyri at bjóða. Køksstjórin hjá Meyer helt eisini, at tað var eitt stórt problem, at ikki var til at fáa gott útlendskt bjór í Føroyum, ið teir t.d. brúktu til at gera mat í dag og aftur við mati. Og vínútvalið hjá Rúsuni var út yvir alt mark pínligani vánaligt helt hann. Hann skilti ikki hetta og eg orkaði ikki at skula greiða honum frá, at í Føroyum búðu fólk sum Jenis og Bill. Eg gerist nærum illani við, at hugsa um hvussu Føroyar verða riknar. Ella eg gleðist í mínum stilla sinni, um at eg ikki skal búgva í einum so býttisligum landi. Kanska vit kunnu vóna, at komandi val vil modernisera alt hetta øki, tí tað er eisini Rúsdrekkalógin sum skapar afturhald og ger okkum til eftirbátar reint gastronomiskt (til gastronomi hoyrir øl (annað enn Føroya Bjór), onnur vín enn tey 200 Rúsan hevur valt, og ymisk sløg av alhoholi sum Rúsan enn ikki kennir sum XO-Cognac, árgangs armanac, góð calvados, ymiskur snapsur frá øllum heiminum, Rakia o.s.fv.)
Ein nýggj føroysk gastronomi
Eg spurdi Claus Meyer, hvat var at gera her, fyri at betra um føroyska gastronomi? Her meini eg ikki við, at ein og hvør Hanus og Janus skal gera hummarar sjey ferð um vikuna, men matarkynstur á matstovum. Hann hevði, sum tann idémaður hann er, eina ørgrynnu av hugskotum. Føroyskir kokkar skuldu fara út í heimin, teir kundu eisini koma niður ella fara til Íslands, men serligani út í heimin til stóru londini í Europa. Síðani skuldu teir møtast til eina workshop og endurskapa føroyska køkin frá botninum. Tað var soleiðis heimskendi katalanski maturin varð endurskaptur. Tað nyttar einki at standa og gløða í Tórshavn, sum einsamallur kokkur á eini matstovu, har hjálpir ikki at hava heimsins bestu rávøru, neyðugt er við lærumeistarum, dynamikki og sparringspartnarum. Hann metti, at skuldi føroysk gastronomi fáa eina modernaða renesannsu varð neyðugt at hetta hendi. Hann vildi fegin hava føroyskar kokkar á vitjan sjálvur á Noma.
Eg eri bangin fyri, at tað sum Meyer sigur her, er galdandi fyri nærum øll øki frá vísindi, list, skaldskap og til modernaða mentan, uttan opinleika, samstarv og dynamikk, ella moderniteti søkkur alt í Føroyum niður á eitt innannørt støði og tað provinsiella og bygdasliga vinnur hvørjaferð.
Hetta er fyrsta stigið
Eitt er so púra vist, at Meyer ger betri "føroyskan" mat enn føroyingar í dag. Teir á Noma eru ikki atfinningarsamir ella arrogantir, teir vita, at teir eru nógv betri enn 99% av teim donsku matstovunum eisini. Sum ein stjórna innan henda heim, hevur Meyer eitt serligt yvirlit, sum vit í Føroyum skulu gleða okkum yvir, tí hesin maðurin er á okkara síðu, hann er fullur av dreymum og visiónum um føroyskar rávørur og eina nýggjan føroyska gastronomi.
Skal føroyskur matur á heimskortið, skulu vit fyrst út í heimin at gera okkum galdandi har. Í so máta er Noma og arbeiði hjá Claus Meyer fyrsta stigið, nú er tað upp til modernaðar og virkisfýsnar føroyingar at taka næsta stigið!