Føroyar hava í kvøld vunnið stórsigur í kvinnulandsdysti í fótbólti á útivølli í Luksembourg. Úrslitið var 6-0, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 4-0.
Úr Luksembourg verður sagt, at spælbýtið als ikki var so ójavnt, sum úrslitið kundi bent á, men í álopspartinum var tað so nógv størri broddur í føroyska liðnum, enn tað var í heimaliðnum.
Longu í 2. minutti skoraði Rannvá B. Andreasen til 1-0. Íðunn Magnussen økti um leiðsluna til 2-0 í 13. minutti, og tíggju minuttir seinni var Rannvá B. Andreasen aftur upp á spæl. Triggjar minuttir undan hvíldini økti Sofía Purkhús um munin til 4-0.
Eftir steðgin vórðu nógvar útsiftingar. Allar tær føroysku á beinkinum komu á vøllin, og tað eydnaðist at skora tvey mál aftrat. Fríðrún Danielsen skoraði til 5-0 í 60. minutti, og Malena Josephsen syrgdi fyri, at talan gjørdist um sigur við tennistølum, tá ið hon í síðsta minutti skoraði eftir fríspark í brotsteiginum.
Føroyska liðið:
Randi S. Wardum - Bára Skaale Klakstein, Malena Josephsen, Liljan av Fløtum Petersen, Rakul M. Johannesen - Sofía Purkhús, Fríðrún Danielsen, Anna Sofía (Ansy) Sevdal, Rannvá B. Andreasen, Heidi Sevdal - Íðunn Magnussen
Á beinkinum: Bjarta O. Johansen, Eyðvør Klakstein, Oddrún Danielsen, Sólja T. Eiðisgarð, Laila Pætursdóttir, Lív F. Arge og Sigrid Petersen.
----
65 min.
Føroyasr eru á veg ímóti sonnum stórsigri í Luksembourg, har kvinnulandsliðið í fótbólti í kvøld roynir seg. Eftir ein stóran tíma er støðan 5-0 til Føroyar. Tríggjar minuttir undan hvíldini var tað Sofía Purkhús, sum økti um munin til 4-0, og eitt korter eftir steðgin hevur Fríðrún Danielsen skorað til 5-0.
--
25 min.
Tað gongur sum eftir ánni í Luksembourg hjá føroyska kvinnulandsliðnum. Nú 1. hálvleikur er gott og væl hálvrunnin, er støðan 3-0. Triðja málið skoraði Rannvá B. Andreasen í 23. minutti. Ársins spælari er harvið longu nú tvífaldur málskjútti í kvøld!
---
Tað er ikki lukkuligt so bargdliga, sum føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti hevur lagt fyri. Kvinnurnar spæla í løtuni suðuri í Luksembourg, og eftir eitt korter er støðan 2-0 til Føroyar.
Longu í 2. minutti legði Rannvá B.Andreasen, sum í kvøld er á miðvøllinum, Føroyar á odda, og í 13. minutti økti Íðunn Magnussen um leiðsluna til 2-0.
Dysturin er liður í fyrireikingunum til HM kappingina, sum verður 4. til 9. apríl í 2013.