Føroyskur tónleikur skal út í heim

Diana Borgnýardóttir ætlar sær undir at hjálpa og ráðgeva føroyskum tónleikarum við tí fyri eygað, at føroyskur tónleikur kann menna seg til eina útflutningsvøru.

Hon hevur samstarv við vinkonuna í Danmark, Lene Thomsen, ið er ein av teim fremstu í pr-arbeiði í Danmark. Hon hevur m.a. staðið fyri at marknaðarføra Elton John, Pavarotti, Janet Jackson, Sting og Rowan Atkinson, so hetta er ikki hissini samband at hava í rygginum á ferðini út í heim.

Diana Borgnýardóttir hevur tikið upp samstarv við Active, ið er danskt felag, ið fæst við tað, ið nevnist mannagment og kommunikatión. Ein av persónunum aftanfyri Active er Lene Thomsen, sum í 8 ár arbeiddi hjá risafyritøkuni Polygram.

Diana Borgnýardóttir ætlar sær undir at ráðgeva og hjálpa føroyskum tónleikarum við útlendska sølumarknaðinum fyri eygað.

Lene og Diana eru vinkonur og samstarva nú. Diana sleppur at nýta navnið Active og tey sambond, ið eru so alneyðug, ætlar ein sær upp á altjóða tónatindarnar.

Og fyri yvirhøvur at koma sær fram, so er avgjørt fyrimunur at hava eitt navn at arbeiða undir og fáa hjálp frá.

Diana heldur, at um hon sjálv fór undir hetta, so hevðir søgan verið tann sama, sum so ofta. Eingin hevði lurtað. Nú er søgan ein onnur. tí við navninum Active er ein ikki bert ein í rúgvuni, ein er nakað , ið hevur nakað at siga. Ein, ið lurtað verður eftir.



Ráðgeving

Diana er útbúgvin alokohol og NLP-ráðgevi. Eisini her kann reint menniskjasliga ráðgeva og stuðla, tí umhvøvið kring tónleik og list kann vera hart og tyngjandi. Eisini kann arbeiðast við t.d. pallræðslu.

Men við støði í tí ógvusligu menning, sum føroyskum tónleiki hevur verið fyri seinni árini, heldur hon grundarlag vera fyri at royna at hjálpa og ráðgeva og útflyta føroyskan tónleik. At finna útav, hvat er gott, og kanska minni gott, við bólkinum og tónleikinum. At finna útav, hvat er serstakt við bólkinum, líkasum ramma inn, hvat er áhugavert.

Nú hevur eisini løgtingsuppskot verið í tinginum um stuðul og menning til útflutning av føroyskum tónleiki, so hetta er alt meira frammi, sum alternativ vinna. Men Diana heldur, at eftir uppskotinum at døma, so eru stuðuls upphæddirnar nakað lítlar, tá tosað verður um at seta eina millión í og kanska vinna fleiri hundrað aftur. Her er ikki javnvág í. Eisini metir hon, at skeivt er bert at tosa um vælsmakkandi popptónleik í slíkum uppskoti.


Image

Eisini er umráðandi at ráðgeva viðvíkjandi eini mynd úteftir av einum tónleikabólki og hvussu ein tekur sær av fjølmiðlunum. Alt hetta eru sera týðandi tættir, sum ein ikki kann vita og sum ein tónleikari eigur at fáa serkøna hjálp við.

Fjølmiðlar kunnu vera harðir at hava við at gera og tað er tí týðandi at vita, hvat ein eigur at gera, og hvussu ein eigur at fara fram.

Diana Borgnýardóttir heldur, at í Føroyum eru fólk gjøgnumgangandi fitt, og kanska enntá í familju hvør við annan, men í útlondum eru treytirnar øðrvísi.

Hon heldur, at av alstórum týdningi er eisini, at ein leggur sær nær at hava klárar linjur. At tað ikki knappliga er ein við longum hári, ið syngur opera. At bólkur ikki broytir stíl uttan nakað. Og ikki minst, at ein ger sær greitt, hvønn málbólk ein hevur.

Eisini er sera umráðandi, at tað er eitt einasta lag, sum at byrja við verður selt, ið er at hoyra á nærum øllum loftmiðlastøðum. Ein stakfløga skal gerast, avgjørt ikki ein heil fløga, tað kemur seinni, um grundarlag er.

Og sáttmálar mugu fáast á pláss við serkønari hjálp, sakførara. Tað er hent áður, at fólk hava bundið seg til at gera so og so nógvar plátur fyri eitt felag og fáa lítið burturúr sjálvi. Tá so viðkomandi gerst stjørna, so er hetta sera keðiligt. Diana Borgnýardóttir nevnir t.d. George Michael, ið ikki kundi geva út í áravís, tí hann stevndi felagnum Sony, tí teir fingu allan vinningin og hetta tímdi hann ikki at fáast við.

Allastaðir eru fólk, ið vilja hava ein bita av køkuni og teimum skal ein vara seg fyri.

Øllum hesum er tað, ið Diana ætlar at hjálpa við og at hjálpa sær hevur hon bestu og royndastu fólk í Danmark. Og ikki minst, so kann hon arbeiða undir navninum hjá teimum, Active


Lene Thomsen heldur fyrilestur

Vinkona Dianu, Lene Thomsen, er millum tey kendastu í Danmark innan keyp og sølu av tónleiki, PR og at gera seg sjónligan. Hon arbeiddi í 8 ár í risafyritøkuni Polygram og byrjaði so, saman við øðrum, fyritøkuna Active.

Og Lene er ikki hvør sum helst. Hon arbeiðir bæði fyri tónleikarar, listafólk, fyritøkur og politikarar. Hon hevur gjørt PR fyri so kend nøvn sum Elton John, Sting og Pavarotti.

Diana Borgnýardóttir sigur, at Lene eisini var við til at gera filmin um danska bólkin Savage Rose, sum var at síggja í Svf her fyri.

Og Lene er eftir hondini tiltikin, tá umræður at gera seg sjónligan. Donsku fjølmiðlarnir eru, sum tíðin er gingin, farnir at siga, at sjálvsagt fara teir til henda og handa tíðindafundin, ella okkurt sølufremjandi tiltak, tí tað er Lene Thomsen, ið skipat fyri, og tá hendir altíð okkurt óvanligt.

Lene Thomsen kemur til Føroya 9. apríl. Tað er Norðurlandahúsið, ið hevur fingið hana hendavegin. Hon skal halda fyrilestur, nevndur "Frá dreymi til veruleika", og so verður hon eisini ein av dómarunum í finaluni í Prix Føroyar kappingini.


Eksotiskt - frá Kingo til rock

Diana Borgnýardóttir heldur, at Føroyar eru eksotiskar. Og her finst eisini alt, frá Kingo til rock. Og vit hava enntá okkara egna symfoniorkestur og tað eru neyvan nógvar tjóðir við so fáum íbúgvum, ið hava tað.

Men hon heldur, at føroyingar, eins og mong onnur, hava ringt við at selja seg sjálvar. Hetta er eisini ringt, viðgongur hon, men við hjálp og góðum sambondum kann bøtast um hetta. Fær ein fólk, ið eru serkøn á økinum, sum hava tað til arbeiðis og sum kenna mannagongdina og tey røttu fólkini, so er einki ógjørligt.

Diana nevnir, at eisini hon hevur merkt, hvussu ringt tað er at selja seg sjálvan. Men tá hon hevur verið við Lene ymsarstaðir, so hevur Lene sagt frá um Dianu og Føroyar. Og tað er ikki hissini, ið tað kann koma til at ljóða, tá onkur annar, enntá serkønur PR-arbeiðari, greiðir frá og ger burtúr, heldur Diana.

Og í Føroyum er veruliga nógv at gera burturúr, heldur Diana Borgnýardóttir. Onnur halda, at Føroyar eru eksotiskar og vit spenna veruliga víða, eisini tónleikaliga.

Og ikki nógvastaðir fylgist nýtt og gamalt so væl sum her. Vit eru grundfest í okkara mentan. Vit hava ung fólk, ið trína føroyska dansin og okkurt av hesum hoyrist eisni aftur í nýggjari tónleiki.



Serkøn hjálp og sambond

Diana Borgnýardóttir kann ikki bjóða pening, fígging, men serkøna hjálp og tey røttu samondini við útheimin. Og longu nú hava bæði føroyskir útgevarar og landstýrið víst áhuga og hon hevur fundast við hesi.

Diana er tó ikki ein, ið gongur úr kjallara í kjallara at lurta eftir bólkum, men veitir fegin vegleiðing til teirra, ið venda sær til hennara. Og hevur nakar áhuga, so er eisini upplagt høvi at práta við donsku Lene Thomsen, tá hon kemur hendavegin í apríl.

Við stórum donskum felag aftanfyri seg, sera góðum sambondum og mergjaðum føroyskum tilfeingi, evnaríkum tón- og listafólki og fyritøkur, so er nú kanska ein møguleiki fyri,at ein alternativ føroysk vinna fær fótafesti uttanfyri landoddarnar.




lesið eisini prát við Kjartan Kristiansen um stuðul til tónleik