Føroyskur verkfrøðingur í altjóða samstarvi

Álvur Áarstein hevur nú yvirtikið Crone og Koch í Føroyum. Formlig avtala um samstarv við stórt, danskt, ráðgevandi virkið letur eisini portrið upp út í heim

Ráðgevandi verkfrøðingafelagið Crone og Koch í Føroyum er nú yvirtikið á føroyskar hendur.

Tað er verkfrøðingurin Álvur Áarstein, sum nú hevur yvirtikið felagið, sum nú hevur yvirtikið Crone og Koch í Føroyum.

Crone og Koch var eitt stórt, danskt ráðgevandi verkfrøðingafelag, men fyri hálvum øðrum ári síðani varð tað lagt saman við eitt annað stórt verkfrøðingavirkið, Carlbro.

Crone og Koch hevur í fleiri ár havt deild í Føroyum og tað er hesa deildina, sum Álvur Áarstein nú hevur yvirtikið.

Samstundis hevur virkið fingið navnið Vericon P/F Ráðgevandi verkfrøðingar.

Álvur Áarstein sigur, at í sambandi við yvirtøkuna hevur hann gjørt formliga sam avtalu við Carlbro um tvørfakligt samstarv í sambandi við seruppgávur í Føroyum. Men harumframt gevur ber avtalan eisini í sær, at Vericon fær lut í uppgávum, sum Carlbro hevur úti í heimi.

Harafturat stendur føroyska felagnum eisini í boðið at senda fólk á eftirútbúgvingar ígjøgnum hendan sama Carlbro.

Tað arbeiða um 2.300 fólk hjá Carlbro í Danmark og hetta ger tað til eitt hitt størsta ráðgevandi virki í landinum.

Álvur Áarstein sigur, at samstarvið við Carlbro er eisini portur út í heimin, tí tað umfatar eisini Carlbro International, sum hevur deild og skrivstovu í fleiri londum.

Hann dylir ikki fyri, at hann væntar sær nógv av samstarvinum við Carlbro. Sum verkfrøðingur hjá Crone og Koch hevur hann havt neyvt samstarv við Carlbro øll nítíárini og hann hevur fleiri ferðir verið við í projektum hjá teimum uttanlands. Sostatt er hann komin at kenna fleiri av starvsfólkunum og tað heldur hann er ein stórur fyrimunur.

Álvur Áarstein sigur, at við hesi samstarvsavtaluni ber tað til hjá Vericon at bjóða viðskiftafólki og øðrum ráðgevandi virkjum tænastur á øllum økjum í byggivinnuni, men teir hava eisini royndir og kunnleika á serøkjum.