Færri bilar higartil í ár

Bileftirlitið sendi út tíðindaskriv um bilasøluna í Føroyum frá januar-august 2003. Har sæst m.a. at samlaða sølan av persónbilum er minkað við næstan 16 prosentum sammett við sama tíðarskeið í fjør

Frá januar til og við august 2002 vórðu seldir 1130 persónbilar, í ár vórðu seldir 952 persónbilar í sama tíðarskeiði, hetta er ein minking upp á 15,75 prosent. Eisini eru færri bussar seldir, fimtan í fjør og fýra í ár. Sølan av nýggjum motorsúkklum er vaksin frá fýra til tíggju. Samlaða broytingin í søluni av nýggjum akførum er umleið 13 prosent minni enn sama tíðarskeið í fjør. Í august 2003 eru skrásett 19 nýggj prutl og higartil í ár eru skrásett 125 nýggj prutl.