Færri ferðast um flogvøllin

Súluskipanin er orsøkin til, at ferðafólkatalið var so nógv hægri í mars í fjør, heldur Jákup Sverri Kass.

Fyrstu tríggjar mánarnir í ár er ferðafólkatalið umvegis Vága Floghavn minkað við 9,9%. Higartil eru 50,586 ferðafólk komin og farin umvegis Vága Floghavn. Hetta eru 5552 ferðafólk færri enn saman tíðarskeið í 2016.

 

Árið byrjaði annars væl, tí í januar í ár ferðaðust 8,6 prosent fleiri ferðafók um flogvøllin enn í januar í fjør. Í februar var ferðafólkatalið tó 10 prosent lægri og í mars heili 22,6 prosent lægri enn í fjør. Tilsamans fyrsta ársfjóðring er tí talan um eina lækking á smá 10 prosent.

 

Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn, væntar, at ein frágreiðing er, at Atlantsflog avtók Súluskipan sína í mars í fjør.

Vit meta eina stóra grund til lækkingina at vera, at fram til mars 2016 vóru nógv fólk sum brúktu síðsta møguleikan, at ferðast til ein bíligari penga ísamband við at táverandi avsláttarskipanin bleiv avtikin seinast í mars 2016, sigur hann. Hann vísir eisini á, at páskaferðslan var partvís í mars í fjør, meðan páskini í ár liggja mitt í apríl. 

 

Bjartskygni ræður tó framvegis vesturi á flogvøllinum. Stjórin væntar enn ein vøkstur í mun til í fjør, og at 2017 fer at seta met í ferðafólkatalinum. Hendan meting er grunda á, at kapping aftur er á flogmarknaðinum, og at ferðavinnan hevur meldað út, at áhugin fyri Føroyum sum ferðavinnuland er methøgt.