Fóru í sparikassa við verkfallskekkinum

Í Suðuroynni savnaðust bankafólk, sum eru rakt av verkfalli, í dag til ein betri bita, áðrenn leiðin gekk í opnan peningastovn við verkfallskekkinum Eisini í Suðuroynni síggjast fólk úr fíggjarheiminum í reyðgulum vestum, ið er tekin um, at tey eru í verkfalli.

Drúgva verkfallið í fíggjarheiminum, sum eittnú hevur lagt deildirnar hjá Føroya Banka og Tryggingarfelagnum Føroyar lamnar, stendur við enn og verkfallfólkið hevur fingið verkfallskekk.

Í dag savnaðust starvsfólk í Suðuroynni í verkfalli til ein betri bita í Messuni í Vági, innan leiðin gekk í deildina hjá Suðuroyar Sparikassa í Vági við verkfallskekkinum.