Víkingur hevur vunnið fyrsta landskappingardystin í søgu felagsins. B68 fer úr Sarpugerði við 4-1 tapi, eftir at støðan í steðginum var 2-1.
Fagnaðurin millum viðhaldsfólkini hjá Víkingi er óførur. Rakettir lýsa á vakra várhimmalinum, og skotini gella. Tað minnir ikki sørt um, tá ið GÍ í níti árunum plagdi at vinna meistaraskapin.
Fyri B68 var talan um óhepna vitjan. Teir taptu 4-1, og ein av senegalesisku spælarunum varð borin av vøllinum og fór avstað við sjúkrabili.
Zoltán Bukzegi skoraði til 1-0, og Jann Ingi Petersen javnaði við brotssparki. Stutt undan steðginum legði Niclas Niclasen Víking framum við brotssparki.
Tá ið tað restaði eitt korter skoraði Víkingur tvær ferðir og vann tískil 4-1. Málskjúttar vóru Sverri Jacobsen og Magnus Skoralíð.