Føstufressar á Summar Festival

Ein av mætastu bólkunum í føroyskari tónleikasøgu spælir á Summar Festivalinum í august.

 

Hóast teir ikki hava verið so virknir sum aðrir væl umtóktir føroyskir tónleikabólkar, teljast Terji & Føsturfessar millum mest virdu bólkar her á landi.

 

Í 1990 gjørdu teir eina av bestu føroysku útgávum nakrantíð, og sangir av hesari útgávu standa sum varðar í tónleikasøguni. 20 ár seinni kom uppfylgjarin – Tvey – sum varð kosin besta útgáva á Planet Awards í 2010.

 

Hóast teir bara hava gjørt tvær fløgur, eru teir ein tungvektari í føroyskum tónleiki. Framúr væl spælandi tónleikarar og ein oddamaður, sum dugir at framføra og skriva fangandi løg, hava gjørt Føstufressar til tað, teir eru. Bólkurin hevur eisini samstarvað við Anker Eli Petersen, og saman við honum hava teir skapt eitt spennandi tekstunivers, sum hevur riggað sera væl til tónleikin.

 

Tað er langt ímillum framførslurnar hjá Terja & Føstufressum, og teir hava ikki verið á palli síðani útgávukonsertirnar í fjør, men í august kunnu teir aftur upplivast live, tá ið teir spæla á Summar Festivalinum í Klaksvík.

 

Hesum boða fyrireikarar frá.