Bryggjan bjóðar til føstulávintsdans í annaðkvøld. Sagt verður úr Vestmanna, at hetta verður eitt hugnaligt kvøld - og ein lang nátt.
Bryggjan hevur havt mong tiltøk gjøgnum árini, og hesuferð eru tað kendir føroyskir tónleikarar, ið fara at trína fram á pallin.
Ein av okkara kærastu tónleikarum, Kim Hansen, fer við sínum vinmonnum, James Olsen og Paula Magnussen, at undirhalda á Bryggjuni.
Kim og vinir hava lovað, at eingin skal fara vónsvikin heimaftur - og Kim ætlar sær at spæla øll tey góðu og kendu løgini, sum hann hevur í skjáttuni.
- Í Vestmanna vóna vit, at nógv fólk møta upp til hetta føstulávintstiltak við hugnaligum dansi, sigur ein av eigarunum av Bryggjuni, Barry Bláhamar.
Tiltakið byrjar á midnátt og heldur fram til klokkan 04 sunnumorgunin.