Fótbóltslandsliðshópurin úttikin

Allan Simonsen hevur úttikið bruttohópin, sum skal fyrireika seg til landsdystirnar í summar, og í tí hópinum eigur NSÍ ikki færri enn fýra leikarar

Grundlógardagin 5. juni og fýra dagar seinni skal fótbóltslandsliðið aftur út í altjóða dyst. Í báðum førum er talan um heimadyst, so tað er ikki óhugsandi at tað vera nógvir áskoðarar tá fyrst Skotlandi og síðani Bosnia koma á vitjan.

Í gjár úttók Allan Simonsen teir 29 leikararnar, sum hann vil hava við í venjingini og í Runavík man tað í dag vekja stóra gleði, tí ikki færri enn 4 av teirra leikarum, sum í fyrrakvøldið bastu HB eru við í bruttohópinum.

Um nakar teirra verður við í endaliga hópinum er tó ikki vist, tí ellivu mans skulu veljast frá tá úttakast skal.

Teir sum eru við í bruttohópinum eru:

Bartal Eliasen, Henning Jarnskor, Sunvard Joensen, Sámal Joensen úr GÍ, John Hansen, Rógvi Jacobsen, Jan Joenen, Heðin á Lakjuni úr KÍ, Jens Kristian Hansen, Øssur Hansen, Pól Thorsteinsson, Jákup á Borg, John Petersen úr B36, Óli Johannesen úr TB, Hans Fróði Hansen, Johannes Joensen, Allan Mørkøre, Suni Fr. Johannesen úr HB, Fróði Benjaminssen úr B68, Kári Sigvardssen, Dánjal Hansen, Helgi Petersen, Christian H. Jacobsen úr NSÍ, Jens Martin Knudsen, Uni Arge úr Leiftri, Julian Johnsson úr Kongsvinger, Jákup Mikkelsen og Jan Dam, úr Herfølge og Todi Jønsson úr FC Keypmannahavn.