Hvørt ár skipar UEFA fyri dysti, har endamálið er at savna pening til menningar- og neyðhjálp. Í ár verður dysturin spældur í Lissabon tann 25. januar, og ágóðin av tiltakinum fer hesaferð til neyðhjálp á Haiti. Franski Zinedine Zidane og brasilski Ronaldo hava savnað ein hóp av stjørnum saman, og fyribils telur listin hesi nøvn úr fótbóltsheiminum: Akwá, Kaká, Marcelo, Luciano da Silva, Pavel Nedved, Michael Laudrup, Alfredo Esteves, Graeme Le Saux, Zinedine Zidane, Fabien Barthez, Christophe Dugarry, Jean Sony, Joseph Peterson, Baichung Bhutia, Edgar Davids, Phillip Cocu, Luís Figo, Fernando Couto, Pauleta, Gheorghe Hagi, Gheorghe Popescu, Lucas Radebe og Fernando Hierro.