Fótbóltur bannaður í Grikkalandi

Í Grikkalandi er fótbóltur bannaður til 13. apríl, eftir at ein áskoðari misti lívið undir einum flogbóltsdysti hóskvøldið. Dysturin var ímillum kvinnurnar hjá arvafíggindunum Panathinaikos og Olympiakos. Dysturin endaði í samanbresti, har ein áskoðari misti lívið, og 12 onnur fingu løstir.

 

Støðan til bannið varð tikið í dag, tá ið grikski forsetin, Konstantinos Karamanlis mældi til, at fótbóltur skuldi bannast í eina tíð. Hesum tilmæli eftirlíkaði grikska fótbóltssambandið, EPO, seinni í dag, har teir í tíðindaskrivi alment bannaði griksum fótbólti til 13. apríl 2007.