Tey ítróttarhugaðu sleppa at velja av hillunum hendan seinnapartin.
Klokkan 15.30 byrjar sendingin "Bólturin" hjá Kringvarpi Føroya, har Suni Merkistein fer at siga frá grannauppgerðini millum HB og B36 í effodeildini.
Samstundis byrjar hondbóltssendingin á Ràs2, har Hilmar Jan Hansen fer at siga frá oddadystinum í atlantic airways kappingini millum KÍF og VÌF í Kollafirði.
Klokkan 17.45 byrjar fótbóltssendingin "3. hálvleikur" á Rás2, har tikið verður samanum fyrsta umfarið í effodeildini.