Fótbóltur: Óli skaddur

Verjuálitið á føroyska A-landsliðnum, Óli Johannesen, fekk skaða undir venjing mikudagin

Tá Allan Simonsen og hansara menn um knappar 14 dagar enn einaferð skulu royna seg í landsdysti, verða teir møguliga noyddir at fara í holt við uppgávuna uttan hjálp frá Óla Johannesen.

Verjuleikarin, sum hevur sína dagligu gongd í AGF, hevur ikki fingið ta stóru spælitíðina síðani ársskiftið, men kortini man hann av mongum verða mettur sum eitt tað tryggasta kortið hjá landsliðsvenjaranum.


Ivasamur

Nú tykist tó ivasamt, um Óli verður tøkur til komandi landsliðsuppgávuna, tí mikukvøldið var hann óheppin, og meiddi seg undir venjing.

Óli greiður frá, at hann kom skeivt fyri í eini takling, undir venjing mikukvøldið, og at hann tískil mátti gevast við venjingini.

Hósdagin var hann so á sjúkrahúsinum, har knæið varð scannað, men enn er ikki endaliga greitt, nær sterki verjuleikarin aftur fær leikt.

- Læknin segði mær, at talan var um eitt forstrekt liðband í knænum, umframt at nakrar bløðingar eisini vóru. Hvussu leingi tað verður, áðrenn eg fái leikt aftur, kundi hann ikki siga við vissu, men møguliga verður tað longu innan eina ella tvær vikur. Er framhaldandi eingin framgongd at hóma tá, verður hann helst noyddur at hyggja eftir knænum enn einaferð, greiður Óli Johannesen frá.


Møguligt avboð

26. apríl skal landsliðið leika á útivølli móti Liktinstein, og sjálvur vónaði Óli, at hann tá aftur var klárur at spæla. Í øllum førum hevur hann enn ikki tikið støðu til, hvørt hann skal geva avboð til landsdystin, men hetta fara komandi dagarnir so at vísa.