Fótbóltur: Lutakastið var fíggjarligt vónbrot

HM-lutakastið: Allir partar sum vara av landsliðnum eru vónbrotin av, at tað ikki eydnaðist at fáa eitt av teimum stóru liðunum til Føroya hesaferð heldur

? Tað byrjaði so væl, men tað endaði illa.

Orðini eigur Jens Erik Magnussen, formaður í landsliðsnevndini hjá fótbóltssambandinum, í fartelefonini úr Tokyo.

Hann hevur, saman við Allani Simonsen, landsliðsvenjara, júst verið við til lutakastið til HM-undankappingina, sum byrjar í summar.

Áðrenn teir fóru søgdu teir báðir, at teir vónaðu, at tað fór at eydnast at fáa okkurt av teimum »dýru« liðunum í okkara part, og í tí sambandi nevndu teir Týskaland, Ongland og Spania, sum dømir.

Men sum ikki einaferð, so miseydnaðist hetta, og í staðin fingu vit Jugoslavia og Russland í okkara part.

? Eg hevði vónað at tað fór at eydnast hesaferð, tí tað hevði merkt, at FSF fekk nógv meira burturúr fíggjarliga um vit eitt nú fingu Týskaland í okkara part, men soleiðis skuldi tað altso ikki verða, sigur Jens Erik Magnussen.

Kortini heldur hann uppgávuna vera spennandi ítróttarliga vera spennandi.

? Burtursæð frá jugoslavum og russum, so er bólkurin ikki so ómøguligur, heldur Jens Erik fyri og Allan Simonsen tekur undir við honum.


Synd fyri spælararnar

Hann er vónbrotin vegna leikararnar, at tað ikki eydnaðist at fáa onkur meira áhugaverd lið í okkara bólk, men staðfestir samstundis, at liðini, sum eru í bólkinum eru sterk og tískil eisini spennandi at fara undir.

? Vit hava jú hitt russar og jugoslavar fyrr, og tí hevði tað fyri leikararnar verið meira spennandi við onkrum øðrum landi. Og fyri ikki at tala um tann fíggjarliga partin. Hinvegin, so er ikki ómøguligt at kunna fáa fleiri góð úrslit í hesi kappingini, hóast eitt lið, sum t. d. Slovenia er sera torført at meta um, tí vit kenna púrt einki til tað, sigur Allan Simonsen.

Hann vísir kortini á, at tað verður alt øðrvísið aftaná at EM-endaspælið hevur verið, tí har vera bæði jugoslavar og slovenar við, og tískil fær hann ríkiligt høvi at síggja hesi bæði liðini.


Góður møguleiki

fyri stigum

Tá ítróttarligu møguleikarnir skulu gerast upp heldur Allan Simonsen tað ikki vera heilt ómøguligt hjá føroyingum at stig burturúr onkrum av dystunum.

Bestu møguleikarnar sær hann sjálvsagt vera í dystunum móti Luxembourg, hóast hann ávarar ímóti at selja skinnið áðrenn bjørnin er skotin.

Tað lata vit vera við, og bíða annars í spenningi til í heyst tá fyrstu dystirnir vera.