Nú verður av álvara talt niður í fótbóltskappingini.
Seinnapartin verður 25. og triði síðsta umfar í ársins landskapping.
At tað verður spælt leygardag kemst av, at tveir landsdystir á heimavølli standa fyri framman.
Hóskvøldið klokkan 19.45 verður tað ímóti Aserbadjan, og annan sunnudag klokkan 17 verður tað ímóti Kosovo.
At tað í landskappingini verður spælt leygardag og ikki sunnudag ber við sær, at landsliðið fær ein dag eyka at fyrireika seg í.
Topparnir eru hvítir norðanfyri, tað er bláur himmal, og sólin sær. Nógva staðni eru teir á fjalli í dag.
Í tveimum støðum - í Sørvági og á Argjum - verður fyrsta bríksl í fótbóltinum klokkan 15.
Klokkan 16 fer bólturin á rull á Eiði, á Skála og í Gundadali.
EB/Streymur - NSÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 16.00
Skála - HB: Bjarki Danielsen kl. 16.00
07 Vestur - KÍ: Rúni Gaardbo kl. 15.00
B36 - Suðringar: Petur Reinert kl. 16.00
AB - Víkingur: Alex Troleis kl. 15.00
HB | 24 | 21 | 1 | 2 | 52 | 16 | 64 |
KÍ | 24 | 15 | 3 | 6 | 42 | 18 | 48 |
B36 | 24 | 14 | 5 | 5 | 51 | 29 | 47 |
NSÍ | 24 | 14 | 4 | 6 | 54 | 21 | 46 |
Víkingur | 24 | 11 | 6 | 7 | 38 | 31 | 39 |
Skála | 24 | 7 | 5 | 12 | 26 | 33 | 26 |
Suðringar | 24 | 7 | 4 | 13 | 25 | 38 | 25 |
EB/Streymur | 24 | 4 | 8 | 12 | 25 | 44 | 20 |
07 Vestur | 24 | 4 | 1 | 19 | 23 | 65 | 13 |
AB | 24 | 3 | 3 | 18 | 11 | 51 | 12 |