Fótin á bremsuna!

Løgið er tað. Vit hava feløg av øllum møguligum slagi, sum stríðast móti ymiskum vandamálum. Hesi feløg skapa almennan áhuga og røring kring tey mál, sum tey hava sett sær fyri at røkja. Men tá ið tað kemur til eitt tað størsta vandamálið í okkara samfelag ? ferðsluvanlukkurnar ? er einki áhugafelag. Tað er einki felag móti ferðsludeyða. Løgið, tá hugsað verður um ristingarnar, sum ferðsludeyðin ferð eftir ferð sendir ígjøgnum samfelagið.

Upp á ein máta eru ferðsluvanlukkurnar vorðnar eitt tabu. Eitt evni, sum vit ikki tora at taka um rótina á og viðgera við tí eldhugi, tað hevur uppiborið. Veruligt kjak um ferðslutrygd er einki - ja tú hevur næstan fatan av, at føroysk ferðslumentan er ein náttúrulóg, sum vit bara mugu læra okkum at liva við. Vit øtast, hava samkenslu, tosa kanska um at bøta um onkran vegastubba ? og so koyra vit víðari.

Í roynd og veru er tað ein katastrofa fyri okkara land, at vit ár eftir ár missa ungfólk í besta blóma. Ein katastrofa, sum er so ræðuligt, at hon av røttum átti at verið handfarin líka klófast sum nátturuvanlukkur, kreppur og hungur. Vit áttu øll sum er at høgt bremsuna í og nýtt alt okkara skil og uppfinnsemi til tess at basa katastrofuni. Allir hugsandi møguleikar áttu at verið vendir. Vit áttu at hugsað nýtt og ótraditionelt ? og víðgongt, um tað kann bjarga mannalívum.

Vit kundu byrjað við okkum sjálvum. Eru vit tilkomnu bilførarar nøkur góð fyrimynd hjá teimum yngru. Hvussu mangan er kilometurvísarin ikki farin uppum 80, meðan lítli Hanus sat á forsetrinum. Ungur nemur, gamal fremur. Leggja skúlarnir nóg stóran dent á ferðslufrálæruna, og er tað nakað, sum koyrilærararnir kundu gjørt betri. Uppskot er um at fáa eina glíðubreyt. Men hvat við at fingið Trygd og Tryggingarfelagið at sponsorerað nakrar kappkoyringarbreytir. So kundu tey ungu sloppið at rasa út - uttanfyri alfaraveg. Tað verður dýrt, gamaní. Men ferðsluskaðarnir eru sanniliga eisini dýrir fyri tryggingarfeløg og sjúkrahúsverkið. Og mannalív kunnu ikki gerast upp í milliónum.

Uppskot hevur verið frammi um at blombera bilarnar, so at teir ikki kunnu koyra ov skjótt. Landsstýrismaðurin í ferðslumálum og bilasølumaðurin, Finnbogi Arge, havnaði hesum uppfinnsama uppskoti, tí tað eftir hansara tykki fór at skerja tað persónliga frælsi og fór at vera ov nógv. Álvaratos. Er tað kanska persónligt frælsi at sleppa at koyra út av vegnum við miklari ferð ? og viðvíkjandi kostnaðinum: spurningurin er um sjúkrahúsverkið ikki hevði spart allar pengarnar innaftur, sum tað hevði kostað, um tað almenna fíggjaði blomberingina.

Er revsingin fyri at koyra ov skjótt ov lin, kundu vit eisini spurt. Áttu tey ungu, sum eru í vandabólkinum, at fingið koyrikortið eina royndartíð - til tey hava prógvað at tey duga at koyra. Kundi tað ikki verið eitt hugskot at bilseljarar, tryggingarfeløg og onnur, sum hava ábyrgd av ferðsluni, fóru undir eitt stórt og áhaldandi marknaðarátak. Saman við eini kappkoyringarbreyt kundi ein slíkt herferð kanska gjørt, at ungdómurin fór at halda tað vera óneyðugt og bygdarsligt at koyrt ov skjótt á alfaraveg.

Og hví ikki tosa hart um ferðslumentanina. Er tað ein náttúrulóg, at øll skulu hava bil. Um tann almenna ferðslan var bíligari og betri, hevði tað so ikki tikið broddin av okkara motormani. Og hevði tað verið líka stuttligt at tikið bilin við í dans, um bussurin koyrdi hvønn tíma alla náttina.

Og felagið móti ferðsludeyða.... Eitt privat áhugafelag ? møguliga við umboðum fyri foreldur at ungum í vandabólkinum - hevði ikki havt somu bindingar sum Ráðið fyri Ferðslutrygd. Við áhaldandi trýsti kundi tað kanska fingið onkran politikara at vakna úr sínum Tornurósudúri, tí í løtuni er skammiliga stilt um hetta stóra vandamálið á politiska pallinum.

Sjálvandi er nógv av hesum lættari sagt enn gjørt. Men ferðsludeyðin er eitt so stórt vandamál í okkara samfelag, at vit verða noydd at viðgera tær víðgongdu loysnirnar og at lata allar møguleikar standa opnar. Hava vit kanska ráð at lata vera?