ÍF vann enn ein 5 settara

Nógv stóð á til tíðir, men tað eydnaðist at enda kvinnunum hjá ÍF at vinna trý av teimum fimm settunum, sum spæld vórðu móti TB

 

ÍF ? TB 3 ? 2 (13-25, 25-21, 25-23, 19-25, 15-12)


Flogbóltur

Meistaradeild kvinnur


Kappingin hjá kvinnunum er langt síðan farin í tvey. Mjølnir og Dráttur dystast um gullið, og ÍF, TB og Fleyr dystast um bronsuna. ÍF tók ímóti TB leygardagin, og enn einaferð eydnaðist at vinna ein spennandi 5 settara.


TB rúkandi byrjan

TB-liðið hevur spælt ógvuliga óstøðugt hetta kappingarárið. So var eisini leygardagin, men í 1. setti var spælið í topp. ÍF fekk ongan møguleika, og á øllum økjum var TB langt frammanfyri. Móttøkurnar vóru góðar, og tí bar til at hava fjølbroytt álopsspæl. Í hesum dystinum var tað annars ikki so nógv harða álopsspælið, sum var at síggja, men heldur langar duellir við góðm lobbum.


ÍF við í dystin

Góða byrjanin hjá TB fekk bráðan enda, tí ÍF tók sær um reiggj longu í 2. setti. Hetta settið var javnt, men ÍF hevði munin. Helen á Lakjuni í ÍF var sera væl fyri í hesum dystinum, og ikki er ov nógv sagt, at hon var munurin á liðunum. Hon spælir á miðjuni hjá ÍF. TB megnaði ikki at steðga henni og hevði ikki rættiliga nakað vápn at seta ímóti.

Gongdin var tann sama í 3. setti, men munurin var lítil og eingin. TB hevði bara ikki nóg mikið bit í álopinum. Í 4. setti megnaði TB so at koma inn aftur í dystin, og eins og í 1. settinum var hetta settið sera gott hjá TB. Nú skuldi avgerðin so falla í 5. setti.


5. settið

Tað kann ikki annað sigast, enn at ÍF stendur seg væl í 5. setti. Hetta kappingarárið hevur ÍF tríggjar ferðir spælt dystir við 5 settum, og ÍF hevur vunnið tveir av hesum. Tað eydnaðist eisini ímóti TB, men sigurin kundi eins væl verið farin til Suðuroyar. TB hevur hinvegin tapt hvørja ferð, tær hava veirð í fimm settum.

Venjarin hjá TB, Virgar Djurhuus var ikki við til dystin, og tað hevur kanska havt sína ávirkan, men tað skal eikni taka frá ÍF, sum spælir væl, tá ið mest stendur á. Verða stigini tald upp, fekk TB 106 stig og ÍF 97. Órættvíst ?