Fáa ikki nokk av heitum vatni til langhylin í Vági

Tað er ikki ein fyrimunur hjá øllum, at Suðuroyggin er grøn

Í hesum døgum stendur elverkið í Vági stilt, tí øll orkan, sum verður brúkt í oynni, er grøn orka úr vatni og vindi. Tað er sjálvsagt ein sólskinssøga – men tað er ikki ein fyrimunur hjá øllum. Baksíðan á medaljuni er, at tey hava verið noydd at lata svimjihøllina í Vági, Pálshøll, aftur.

 

Pálshøll fær avlopshita frá elverkinum í Vági og tá ið tað ikki gongur, er heldur eingin hiti til Pálshøll.  Av tí sama eru hylarnir kaldari enn teir plagdu vera og í brúsunum er bara kalt vatn. Fyristøðumaðurin, Jens Petur Brattalíð, sigur, at av tí sama hava tey gjørt av at lata Pálshøll aftur í dag.

 

Samstundis er greitt, at hon verður stongd so leingi elverkið í Vági stendur stilt.  Nær tað verður, er óvist, men fyristøðumaðurin sigur, at verður elverkið startað aftur, kann Pálshøll lata upp dagin eftir. Men trupulleikin er, at enn er tað eingin, sum veit, hvussu leingi hendan støðan stendur við.