9. november kom landsstýrið við sokallaðu ferðsluljósskiðanini, sum skuldi virka sum ein langtíðarætlan fyri koronutilbúgvingina. Og tann 10. desember varð henda skipan víðka og varð mælt skeinkistøðum til at steingja klokkan 23 á kvøldi.
Í sambandi við fráboðanina av víðkaðu tilmælunum varð eisini boðað frá, at landsstýrið fór at leggja uppskot fyri Løgtingið um ein nýggjan hjálparpakka til hesar fyritøkur.
Nýggju tilmælini fáa avleiðingar serliga fyri tær fyritøkur, sum sjálvbodnar velja at fylgja tilmælunum, og hvørs inntøkur í stóran mun eru tengdar at søluni eftir kl. 23:00.
Á tingfundi týsdagin kemur málið til fyrstu viðgerð í Løgtinginum.
Í viðmerkingum til uppskotið, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, at Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevði 9. desember 2021 fund við umboð fyri fyritøkurnar, sum reka diskoteks- og vertshúsvirksemi, har meginreglurnar fyri stuðlinum vórðu umrøddar.
– Sama dag fingu fyritøkurnar tilsøgn um, at landsstýrið fór at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um stuðul til tær fyritøkur, sum lata aftur í seinasta lagi kl. 23:00, eftir hesum meginreglum:
• Stuðulin til nevndu fyritøkur (skeinkingarstøð, náttklubbar o.a.) er treytaður av, at fyritøkurnar sjálvbodnar lata aftur kl. 23:00teir komandi 14 dagarnar.
• Hjálparpakkin skal fevna um100% av føstum útreiðslum teir dagar, fyritøkurnar lata aftur kl. 23:00.
• Fastar útreiðslur fevna um leigu, el, hita, tryggingar, fjarskiftisútreiðslur, avskrivingar og grannskoðarauppgerð.
• Fastar útreiðslur fevna somuleiðis um lønarútreiðslur í stuðulstíðarskeiðinum (fast-og tímalønt).
• Ætlanin er at gera skipanina umsitingarliga lættari. Tað verður t.d. ikki neyðugt at prógva niðurgongd í umsetningi. Kann fyritøka skjalfesta, at hon hevur latið aftur kl. 23:00, fær hon stuðul.
• Ongar bindingar verða á vinningsbýti ella yvirskoti.
Umboð fyri skeinkingarstøðini boðaði sama dag frá, at skeinkingarstøðini eru sinnað at fylgja tilmælinum frá landsstýrinum, nú landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur greitt teimum meira ítøkiliga frá innihaldinum í hjálparpakkanum.
Tann 21. desember 2021 boðaði landsstýrið frá, at víðkaðu tilmælini blivu longd til 2. januar 2022. Tann 4. januar 2022 varð aftur fráboðað, at víðkaðu tilmælini halda fram. Í hesum føri varð ikki upplýst, hvussu leingi tilmælini fóru at halda fram.
Við skrivi tann 14. januar 2022 til umboð fyri skeinkingarstøðini, greiddi landsstýrismaðurin frá, at ætlanin er at býta tíðarskeiðini sundur eftir teimum báðum fyrstu tilmælunum frá løgmanni, t.e. 10. desember til 23. desember 2021 og 24. desember 2021 til 3. januar 2022.
Síðan verður tíðarskeiðið eftir ætlan býtt sundur í tíðarbil á tvær vikur fyri hvørt fram til, at tilmælini verða avtikin.