Fáa pengar aftur fyri missin í verkfallinum

Tórshavnar kommuna endurrindar dagstovnagjald fyri tíðina, stovnar vóru stongdir undir verkfallinum

Fleiri dagstovnar hjá Tórshavnar kommunu lótu aftur, tá verkfall var. Hesa tíðina høvdu foreldur ikki møguleika at fáa børn á stovn, og rindaðu tískil fyri eina tænastu, sum tey ikki fingu.

 

Tórshavnar Býráð hevur í kvøld samtykt at endurrinda dagstovnagjald, sum varð rindað, tá stovnar lótu aftur vegna verkfall.

 

Endurgjald verður rindað fyri mistar dagar, tað vil siga, at ein føst upphædd verður rindað fyri hvønn dag, ið viðkomandi stovnur/stova vórðu stongd. Endurgjald verður ikki veitt fyri børn, ið fáa systkinaavsláttur, og fíggjarligt frípláss verður somuleiðis mótroknað í endurgjaldinum.

 

Eitt møguligt endurgjald kann í fyrsta lagi mótroknast í dagstovnagjaldinum í august/september, tí dagstovnagjald verður ikki rindað fyri juli mánað.

 

Endurrindaða dagstovnagjaldið verður mótroknað av sær sjálvum. Tí er ikki neyðugt hjá foreldrum at seta seg í samband við kommununa fyri at fáa tað endurrindað.

 

Metti kostnaðurin hjá kommununi fyri at rinda endurgjald fyri mist dagstovnapláss er tilsamans umleið eina millión og sjeyhundrað og hálvtrýsstúsund krónur.