Høvuðsfyriskipari handtikin eftir at 121 vórðu traðkað til deyðis

121 fólk lótu lív undir einum átrúnaðarligum hátíðarhaldi í India, tá fjáltur eftir øllum at døma brádliga kom á fólk.

Avvarðandi syrgja í bygdini Daunkeli í Hathras-distriktinum. Ein av 22 ára gomlu kvinnunum í bygdini og sjey mánaðir gamla dóttir hennara lótu lív í sambandi við ræðsluna undir átrúnaðarligum hátíðarhaldum í India. (Savnsmynd). - Mynd: Anushree Fadnavis/Reuters

Høvuðsfyriskiparin av einum hinduistiskum hátíðarhaldi í India har 121 fólk vórðu traðkað til deyðis týsdagin er handtikin.

Hetta skrivar tíðindastovan Reuters.

Maðurin varð nevndur sum høvuðsmistonktir eftir fyrstu kanningarnar hjá løgregluni.

Hann gav seg sjálvur yvir til løgregluna fríggjadagin.

Frammanundan hevði løgreglan lovað dusør upp á 100.000 indiskar rupiur fyri upplýsingar, sum kundu føra til, at fyriskiparin varð handtikin. Tað svarar til góðar 8.000 krónur í okkara pengum.

- Hann hevur meldað seg í Delhi. Vit fara ikki at søkja um loysigjald, sigur sakførarin hjá fyriskiparanum.

Advokaturin ásannar, at fyriskiparin einki skeivt gjørdi í sambandi við hátíðarhaldið og at hann í løtuni fær viðgerð á sjúkrahúsi fyri skaðar, sum hann fekk undir hátíðarhaldinum.

121 fólk lótu lív, tá fjáltur kom á til eina hinduistiska hátíðarløtu í eini bygd í Hathras-distriktinum.

Umleið 250.000 fólk vóru komin saman her at lurta eftir prædikumanninum Suraj Pal Singh. Prædikumaðurin er eisini kendur við navninum Bhole Baba.

Sambært frágreiðing hjá løgregluni vóru eini 80.000 fólk savnað.

Sambært løgregluni kom panikkur í, tá luttakarar í religiøsa hátíðarhaldinum fóru av tiltakinum.

Fleiri fólk runnu eftir øllum at døma móti bilinum hjá prædikumanninum, men vórðu steðgað av hjálparfólkum hansara, og tað førdi til ófrið, har nøkur duttu til jarðar og vórðu traðkað niður.

Onnur royndu at leypa út í opnar vøllir fyri at sleppa undan mannamúgvuni. Summi gliðu á ójøvnu jørðini og vórðu síðani traðkað niður, greiða embætisfólk frá.

Seks fólk afturat vórðu handtikin hósdagin í sambandi við vanlukkuna í Hathras. Øll tey handtiknu vóru hjálparfólk hjá prædikumanninum Babas.

Prædikumaðurin er ikki handtikin.

Hann sigur í dag, at hann er harmur um tað, sum er hent, og at hjálparfólk hansara fara at hjálpa teimum særdu og familjunum hjá teimum deyðu.

- Eg havi álit á, at tann, sum skapti kaos, ikki verður spardur, segði hann við indisku tíðindastovuna ANI, sambært Reuters.

/ritzau/

 

Avvarðandi syrgja í bygdini Daunkeli í Hathras-distriktinum. Ein av 22 ára gomlu kvinnunum í bygdini og sjey mánaðir gamla dóttir hennara lótu lív í sambandi við ræðsluna undir átrúnaðarligum hátíðarhaldum í India. (Savnsmynd). - Mynd: Anushree Fadnavis/Reuters