Fáa regluliga áheitanir viðvíkjandi grindadrápi

Danska sendistovan í Berlin ger einki hóvasták burtur úr mótmælisgonguni móti grindadrápi í Berlin

Per Poulsen-Hansen, danskur sendiharri í Berlin sigur, at danska sendistovan ikki ger nakað hóvasták burtur úr mótmælisgonguni móti grindadrápi í Berlin leygardagin.

 

Hann sigur, at týsku mótmælisfólkini ikki hava biðið um fund við nakran á sendistovuni. Tað einasta tey vita um tiltakið er, at týska løgreglan hevur boðað sendistovuni frá mótmælistiltakinum.

 

 

Per Poulsen-Hansen sigur, at sendistovan fær regluliga áheitanir frá grindadrápsmótstøðufólki, og er tað ein partur av teirra arbeiðsuppgávum, at taka sær av slíkum áheitanum.

 

Lurta eftir samrøðuni við Per Poulsen-Hansen, við at trýsta á pílin undir myndini.