Facebook brýtur stættamonopolið

Talgildu miðlarnir – herundir Facebook – gera, at vit eru komin nærri einum samfelag, har nakrar stættir ikki longur hava monopol upp á meiningar og ideologiir. Tað heldur søgufrøðingurin Hans Andrias Sølvará, sum tó vísir á, at vansar eisini eru við nýggja kjakháttinum

Rógvi Nybo


Fjarstøðan millum politisku skipanina og vanliga borgaran er munandi styttri í dag, enn hon var fyrr.

Í dag samskifta borgarar og politikarar næstan beinleiðis undir viðgerðini av politiskum málum. Javnan síggja vit, at politikarar leggja sína hugsan um ymisk mál út á eitt nú Facebook, og at tað síðani stendst mikið kjak av hesum. Á henda hátt hevur tann einstaki politikarin fingið eitt slag av feedback mekanismu, ið ikki hevur verið gjørlig áður, og sum kann geva honum eina hóming av hvørja hugsan hansara veljarar hava um hesi mál og á onkran hátt.

Hetta er eisini ein fyrimunur fyri fólkaræðið, spyr tú Hans Andrias Sølvará, lektara í søgu á Fróðskaparsetrinum.

- Tað hevur avgjørt týdning fyri fólkaræðið, at fólk eru farin at taka størri lut í almenna kjakinum á Facebook. Hetta er ein heilt annar máti at samskifta upp á. Fyrr skrivaði mann greinar í bløðini. So stóðu tær líkasum einsamallar har, og tá fekk tú ongantíð eitt beinleiðis samskifti millum borgara og politikara. Politikarar í dag brúka beinleiðis samskifti við borgaran sum mann ikki hevur sæð áður, greiður Hans Andrias Sølvará frá.


Brýtur monopolið

Hetta skiftið í samskiftishátti millum vanliga borgaran og politisku skipanina, og tað at vanligi borgarin í dag er nógv meira aktivur í kjakinum um politisk og samfelagslig mál hevur brotið nøkur mørk frá gomlum tíðum. Í samfelagsfrøðiligum høpi kann mann tosa um eina gongd móti einum meira deliberativum (kjakandi / umhugsandi) samfelag, ið varð ein tanki, tann stóri, týski heimsspekingurin og sosisologurin Jürgen Habermas hevur tosað nógv um, vit eiga at stremba eftir at koma nærri.

- Mann er farin frá einum stættabundnum samfelag, har stættir høvdu monopol upp á meiningar og ideologiir. Tú kanst siga, at vit eru komin tættari upp á at øll í dag kunnu úttrykkja seg. Vit eru komin tættari at tí, millum annað gjøgnum elektronisku miðlarnar, sigur Hans Andrias Sølvará.


Kann eisini skeiklast

Tað eru tó ikki bert fyrimunir við, at fólkið í dag er vorðið nógv meira luttakandi í almenna kjakinum. Hyggur tú eftir tí samskifti, ið ofta er við ymsu politikararnar, kann tað eisini síggjast ein ávísur tendensur til, at tað bert eru ávísir bólkar ella ávís áhugamál, ið verða umboðað. Hetta kann skeikla uppfatanina av meiningum í samfelagnum.

- Tað eru nokk so nógvir politikarar, sum brúka Facebook til at pleyga sínar egnu veljarar. Man veit ikki, um tað er samgongan sum flokkar, sum úttala seg. Tað er nógv meira persónligt í dag. Politikarar mugu sjálvandi taka atlit til tað, ið sagt verður har, men tað er samstundis ringt at taka atlit til tað, ið ikki verður sagt, vísur Hans Andrias Sølvará á.

Við hesum vísur hann á, at tað kunnu vera serligir bólkar, ið eru aktivir á Facebook. Serliga eru tað ung fólk, og tað eru heldur ikki øll, ið eru á Facebook, ið eru líka aktiv í kjakinum.

- Tí eru tað eisini óvissur. Vit vita ikki, um tað bert eru fólk við serligum politiskum sannføringum, ið taka lut í kjakinum. Man kann hava mistanka um, at tað eru serligir bólkar, ið verða umboðaðir. Tað er sjálvandi sunt, at politikarar koma í samband við fólk. Men er tað bara partur av fólkinum, ríður tað skeivt. Mann kann spyrja, hvar tann tigandi meirilutin er. Hvar eru tey, sum vit ikki síggja á Facebook, spyr Hans Andrias Sølvará.


Óumhugsað

Ein annar vandi við samskiftinum á Facebook er, at tað oftani ikki er á einum serliga grundaðum grundarlag, at fólk úttala seg har.

- Tað er ofta øgiliga spontant, sum man skrivar og tað sum man sigur á Facebook. Hyggur tú eftir orðavalinum, so er nógv av tí, tú sær har, nakað tú ikki hevði funnið uppá at skriva í eini avís. Tað virkar, sum at tað er legitimt at siga onnur ting á Facebook enn í eitt nú Dimmalætting ella Sosialinum. Men tað betýður so eisini, at tað kanska ikki er so væl umhugsað altíð, sigur Hans Andrias Sølvará.


Má ikki avloysa siðvandu miðlarnar

Meðan tað bæði eru fyrimunir og vansar við samskiftinum á Facebook, sum ofta er stutt og kanska óumhugsað, heldur søgufrøðingurin tað verða neyðugt at varðveita samskiftið í teimum meira traditionellu miðlunum.

- Facebook skal ikki erstatta, men er komið afturat teimum traditionellu miðlunum. Tað er fínt við samspæli andlits til andlits, og tú far svar beinanvegin. Men eg haldi upp á onkran máta, at tað blívur ógvuliga ómiddelbart. Tað er ofta bert tað, sum er dagsaktuelt, ið kjakast verður um. Facebook er kanska ikki so væl egnað til bakgrundsstoff og tað meira dýbdargangandi, sum teir traditionellu miðlarnir, og tí skal tað ikki avloysa, men komplementera teir miðlarnar.


rogvi@sosialurin.fo