Færri børn doyggja í ferðsluni

Samanbera vit við Norðurlond, doyggja flest í Føroyum í mun til fólkatalið. Ár eftir ár síggja vit í Noregi, Svøríki og Danmark, at tey bróta síni egnu met í fáum deyðum í ferðsluni. Hjá teimum doyggja knapt trý pr. 100.000. Okkara miðal liggur uppi á gott seks pr. 100.000. Tvs gott trý um árið, tí vit eru 50.000. Skulu vit á teirra stig, mugu ikki doyggja fleiri enn 1,5 í miðal um árið.

 

Hyggja vit at deyðum seinastu 10 árini, síggja vit, at ung 15-24 ár framvegis doyggja í størstan mun. Men parturin hjá teim ungu ikki er so ovurhonds nógv størri enn fyri tey, sum eru 55-84 ár, sum hann var fyri nøkrum árum síðan. Eisini síggja vit, at væl færri børn eru deyð samanborið við fyrr. Hetta rák sæst eisini í grannalondum, at børn doyggja ikki so nógv sum fyrr í ferðsluni.

 

- Vit fáa ikki givið eitt eintýtt svar uppá, hví so er. Tí deyðsvanlukkur í Føroyum verða ikki kannaðar til botns á sama hátt sum í okkara grannalondum, har ein serstøk skaðanevnd greinar álvarsligar ferðsluvanlukkur. Í Føroyum er tað politiið á staðnum, sum saman við Akstovuni ger kanningar av ferðsluóhappum, men tær eru ikki so nágreinligar, sum ein skaðanevnd kann gera tær, tá orkan og umstøðurnar eru avmarkaðar, sigur Brynhild Høgnadóttir, stjóri