Í ritinum “Veðurlagspolitikkur Føroya – um at skerja útlátið av veðurlagsgassum” frá Innlendismálaráðnum í 2009 var viðmerkt, at tá nýggjur fiskivinnupolitikkur verður lagdur, eiga stig at verða tikin, fyri at minka um útláti av vakstrarhúsgassum frá skipum. Orsøkin er, at meðan dálking frá oljubrenning stendur fyri 94 prosentum at útlátinum í Føroyum, so stendur fiskiflotin fyri 42 prosentum av allari oljubrenningini.
So seint sum í 2013 segði Umhvørvisstovan, at fiskiskipini fóru at vera altavgerandi, um Føroyar skuldu røkka málinum at skerja vakstrarhúsgassútlátið við 20 prosentum innan 2020 í mun til útlátið í 2005.
Í hesum døgum situr samgongan og tingast um ein nýggjan fiskivinnupolitikk. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at teir ikki hava tingast ítøkiliga um útlátspolitikk í fiskivinnusamráðingunum, men at minni útlát er ein sjálvsøgd avleiðing av eini meiri effektivari vinnu.
- Vónin er at vit fáa færri, men úrslitabetri eindir, ið nýta minni orku fyri hvørt kilo av veiddum fiski. Hetta vil í sjálvum sær føra til eitt minni útlát, sigur hann.
Les eisini Føroyar hava alt ov høgt útlát av vakstrarhúsgassum
- Gongda leiðin er at hava færri skip í vinnuni ella nýta somu skip til fleiri ting. Harumframt vóna vit, at trýstið eftir úrslitabetri veiðu leiðir til eina endurnýggjan av fiskiflotanum, so vit fáa fleiri nýggj skip, ið vanliga nýta minni orku enn eldri skip, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnu- og umhvørvismálum.