Færri stovnspláss verða uttan fyri Havnina

Kommunurnar, sum framman undan eru illa fyri, megna ikki at útvega fleiri pengar til dagstovnapláss. Tí verður úrslitið, at stovnspláss verða niðurløgd, krevur landsstýrið, at kommunurnar skulu rinda meira, heldur Jóannes Eidesgaard

? Barnaansingin er uttan iva ein stórur trupulleiki í Havn, tí har eru bíðilistarnir langir, men sami trupulleiki eru kortini í øðrum kommunum við.

? Mær dámar einki fólkafloksmátan hjá Kristian Magnussen, at hann tekur ein burtur úr bólkinum - nú hann hevur havt ein fund undirhonds við Leiv Hansen, borgarstjóra í Havn.

Jóannes Eidesgaard sigur, at hann má taka hattin av fyri kommununum, sum eru so væl skipaðar.

? Bæði Kommunufelagið og Kommunubólkurin (seks tær størstu kommunurnar) eru væl skipaðir bólkar. Rættuliga ymiskt er, hvussu tær eru fyri fíggjarliga, tí meðan onkrar keypa lánsbrøv fyri at plasera pengarnar, aka aðrar á knøðunum. ? Men tær standa kortini saman, sigur Jóannes Eidesgaard.

? Nú verður so ein kommuna hálað úr bólkinum, og skal verða ein royndarkommuna í tvey ár. Men eg dugi at síggja fyri mær, at barnaansingin hjá teimum skuldarbundnu kommununum fær trupulleikar. Tær hava ongan møguleika at átaka sær hasi fimm prosentini eyka, heldur hann.

Tað sum nú liggur í kortunum er, at gjaldsbýtið fyri barnaansingina skal broytast. Sum er rindar landið 40%, kommunan 30 og foreldrini 30%. Hetta skal broytast soleiðis, at kommuna og land skulu rinda hvør síni 35%.

? Einasti møguleiki hjá fíggjarligu veikur kommununum verður at leggja niður ansingarpláss. ? Úrslitið verður tí, at vit fáa fleiri ansingarpláss í Havn, meðan tilsvarandi færri verða í øðrum kommunum.

? Hetta haldi eg ikki kann vera meiningin við politikkinum hjá landsstýrinum, sigur Jóannes Eidesgaard.

Jóannes Eidesgaard vísir á, at eitt nú Tvøroyrar kommuna hevur stórt hall á hvørjum ári. Kommunan kann ikki økja hallið.

? Kommunan kann bara hava eitt mál - at minka um hallið. ? Tá tú so áleggur slíkum kommunum eykaútreiðslur, sum hesa til barnaansingina, so kann tað bera merkja, at kommunan má leggja niður nøkur ansingarpláss ella onkra aðra kommunala tænastu. Tað kann ikki verð meiningin, sigur Jóannes Eidesgaard.

? Tí haldi eg, at hatta útspælið hjá Kristiani Magnussen er ógvuliga lítið umhugsað, og tað síggja vit eisini á reaktiónunum, eitt nú úr Klaksvík.

? Havnin klárar seg helst, hóast hon má rinda einar 4 milliónir fyri tey plássini, tey hava, men aðrar kommunur klára tað ikki, sigur Jóannes Eidesgaard